Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poul Clementsen stillar upp til komandi løgtingsval

Framsókn skal boða frá, at 52 ára gamli Poul Clementsen verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður. 

Poul var ein av stovnarunum av Framsókn og hevur verið skrivari og hjálparfólk floksins frá byrjan. Hann hevur einaferð áður stillað upp fyri Framsókn, tað var til kommunuvalið í Tórshavn í 2012.

-Eg sakni visjónir í føroyskum politikki. Vit halta aftur úr og tíðin fer, oftari enn gott er, við at akutviðgerða smálutir, sum eftir mínum tykki ikki hoyra heima á løgtingi.

-Vit hava ein latentan tørv á at lata eyguni upp fyri umheiminum, so vit eins og vaksið fólk reisa okkum og taka avgerðir, ið forma okkara felags framtíð upp á føroyskar treytir.

-Fyri mær at síggja, er Framsókn tað fríska lotið, sum skal til, fyri at flyta tingini framá. Vælferð og framburður koma ikki av tingsins røðarapalli, men úr rásarúminum hjá tí einstaka. Í staðin fyri at lóggeva hampafólk niður í smálutir, skulu vit loyva tí einstaka at spíra, vaksa og blóma. Tá koma nøgdsemi og vøkstur av sær sjálvum.

-Einar tíðarhóskandi Føroyar, merkir fyri meg, at vit dagføra gamlar tankagongdir. Eg havi varhugan av, at fólk eru troytt av, at lægsta talið altíð skal vera felagsnevnari og tað kundi eg hugsað mær at gjørt nakað við.