Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poul Martin Bendix viðurkendur sum evnaríkur ungur granskari

Herfyri heiðraði danski grunnurin VILLUM FONDEN millum onnur Poul Martin Bendix úr Kollafirði, sum arbeiðir á Niels Bohr instituttinum á Københavns Universitet.

Hann var valdur út saman við fjúrtan øðrum at móttaka viðurkenning og dyggan fíggjarligan stuðul til sína gransking. Talan er um nýtt tiltak hjá grunninum, sum kallast Young Investigator Programme, har serliga gávuríkir ungir granskarar innan tøkniliga og náttúruvísindaliga gransking verða stuðlaðir til tess at kunna skapa egnar sjálvstøðugar granskaraprofilar.

Stuðulin og heiðurin er ætlaður teimum bestu ungu granskarum á lektara ella adjunkt stigi (undir 40 ár). Tað vóru umleið 210 umsóknir í alt, 15 umsóknir vórðu játtaðar. Poul Martin Bendix fekk játtaðar næstan 3,4 mió kr til verkætlan, sum kallast: “Biophysical study of cytoskeletal filaments and membrane shaping proteins in membrane protrusions"

Hetta er fyrstu ferð, at játtanir eru býttar úr hesi nýggju skipanini. Til samans vóru játtaðar 75 mió. kr. til 15 granskarar. Yvirlitið við fyrstu játtanunum sæst her.

Les um VILLUM FONDEN her.

http://villumfonden.dk/C12576AB002B2660/0/5C25801639391E4EC12576B0003A1DB1?OpenDocument

Um Poul Martin Bendix

Poul Martin Bendix arbeiðir á Niels Bohr Instituttinum við Københavns Universitet. Hann er útbúgvin á Københavns Universitet sum cand.scient í alisfrøði í 2003 og vardi Ph.D. við Niels Bohr Instituttið í 2007.

Poul Martin Bendix lýsir verkætlanina Dynamiskir membran-strukturir í kyknum, sum hann fær stuðul til frá VILLUM FONDEN soleiðis: 

 - “Í hesari verkætlan fara vit at kanna ymsar kyknu funktiónir, sum eru tengdar at evnunum hjá kyknum at broyta sína membran (=feittlagið runt um kyknuna) topologi. Tá kyknur t.d. flyta seg runt í kroppinum, transportera molekylir, samskifta sínámillum ella tá kyknur gerast sjúkuelvandi (metastatiskar) er tað altavgerandi, at membranin kann broyta form og gerast smidligari. Vit fara at kanna, hvussu membran proteinir kunna deformera membranir og í samspæli við beinagrindina í kyknuni (cytoskelettet) skapa membranir við sera høgum kurvaturi. Serliga fara vit at kanna, hvussu kyknur skapa membran-tubir, sum eru avgerandi fyri eitt ótal av kyknufunktiónum. Pengarnir skulu nýtast til løn og nýggja tekniska útgerð.”

Poul Martin Bendix arbeiðir við fleiri verkætlanum og fær eisini stuðul frá øðrum grunnum til sína gransking:

- “Eg arbeiði við fysiskum háttum at skilja lívfrøðiligar mekanismur í kyknum. Eg havi eisini júst fingið eina aðra játtan frá Lundbeck grunninum (hesa saman við tveimum øðrum granskarum) og Carlsberg grunninum uppá uml. 3 mió til at kanna, hvussu krabbameinskyknur kunna drepast við at nýta lokala upphiting av sjúkum kyknum. Vit vilja nýta infrareytt lasara ljós, sum kann lýsa langt inn ígjøgnum kroppin til at upphita sjúk økir. Gull nanopartiklar, sum verða upptiknir av sjúkum kyknum, kunnu styrkja hesa upphiting sera nógv. Hesir partiklar hava serlig evnir at absorbera infrareytt lasara ljós og elva tí til eina sera effektiva upphiting og harvið útrudding av sjúkum kyknum.“

----

Nú riggar at keypa blaðið á netinum

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html