Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poul Michelsen hitt japanskan ráðharra

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag hitt japanska varaumhvørvismálaráðharran Tadahiko Ito. Teir skulu báðir taka lut á stóra matvørutoppfundinum World Food Summit, sum verður í Keypmannahavn í morgin og fríggjadagin.

Poul Michelsen nýtti høvi at greiða frá framgongdini innan matvinnu og matmentan í Føroyum seinastu árini. Hann vísti á, at nýggja matvørulógin eggjar til nýskapan og íverksetan, tí krøvini ikki eru so strong sum tey hava verið til smærri framleiðarar.

Japan og Føroyar eru fiskivinnutjóðir og varaumhvørvismálaráðharrin og landsstýrismaðurin umrøddu eisini avbjóðingar, sum veðurlagsbroytingar bera í sær og sum kunnu ávirka fiskastovnar. Poul Michelsen greiddi frá, at komandi fiskivinnunýskipanin fer at leggja lunnar undir betri gagnnýtslu av fiskatilfeinginum, tí alt skal til lands. Hetta fer at minka um burturkast og økja um framleiðsluna.

Eisini kunnaði landsstýrismaðurin um føroyska búskapin og fólkavøksturin seinni árini. í tí sambandi umrøddu ráðharrarnir eisini møguleikarnar fyri øktum samhandli millum Føroyar og Japan.

“Tadahiko Ito og eg eru samdir um, at møguleikarnir fyri øktum samstarvi millum Føroyar og Japan eru stórir á nógvum økjum. Japan er sjálvandi ein spennandi marknaður fyri okkara vinnulív og fundurin í dag var eitt gott høvi at gloppa dyrnar fyri størri samstarvi við Japan millum annað við øktum sínámillum handli,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Í næstum fer vinnunevndin hjá Løgtinginum á kunningarferð í Japan. Poul Michelsen og Tadahiko Ito skiftu í tí sambandi orð um, hvussu týðandi tað er, at politikarar úr báðum londum kenna væl til viðurskiftini hvør hjá øðrum fyri at samstarvið skal økjast so skynsamt sum til ber. Tvær japanskar tingnevndir hava vitjað Føroyar seinastu trý árini.