Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poul Michelsen og Ilya Shestakov umrøtt handilsviðurskifti landanna millum

Fyrrapartin í dag, 20. juni, hevði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum fund við Ilya Shestakov, russiskur ráðharri fyri fiskivinnu, alivinnu og landbúnaðarmál. Russiski ráðharrin er á almennari vitjan í Føroyum hesa vikuna.

Á fundinum umrøddu partarnir handilsviðurskiftini landanna millum. Russland er millum týdningarmiklastu samhandilspartar hjá Føroyum, og samstarvið á fiskivinnuøkinum hevur meir enn 40 ár á baki.

Útflutningurin av føroysku fiskavørum til Russlands er øktur munandi seinnu árini. Sum liður í økta samhandlinum er komin í lag ein føst sjóvegis farmaleið millum Føroyar og St. Pætursborg. Handilin við Russland hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin, og landsstýrið arbeiðir tí miðvíst fyri at betra um handilssambondini við Russland.

Føroyar eru millum fremstu tjóðir innan aling, eisini innan tøkni og serkunnleika, og Shestakov bar fram, at russar hava stóran áhuga fyri føroyskari serfrøði og í samstarvi innan aling. Landsstýrismaðurin og ráðharrin umrøddu somuleiðis møguleikarnar fyri øðrum vinnuligum samstarvi.

Poul Michelsen nýtti eisini høvi at kunna russiska ráðharran um føroyska búskapin og fjórða útbjóðingarumfar eftir kolvetni í føroyskum øki. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum skal eisini eftir ætlan luttaka á World Food Moscow Fair, ið verður í september.