Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poul Michelsen umrøtt EFTA limaskap við norsku starvssystur sína

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, var í gjár í Oslo, har hann hitti Elisabeth Aspaker, norskan ráðharra fyri ES, EBS og norðurlandamálum.

Partarnir umrøddu millum annað føroysku ynskini um møguligan limaskap í EFTA og sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum.

Fundurin er liður í eini tilgongd, har landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, m.a. skal hitta starvsfelagar sínar í EFTA londunum, har greitt verður nærri frá ynskjunum hjá landsstýrinum um møguligan EFTA limaskap.