Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týsdagin 6. september 2016 frá kl. 13.00-15.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri hugnaløtu fyri teg, sum er sjúk/ur av krabbameini. Vit hittast í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn.

Týsdagin 6. september 2016 frá kl. 13.00-15.30 skipar Krabbameinsfelagið fyri hugnaløtu fyri teg, sum ert sjúk/ur av krabbameini. Vit hittast í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn.

At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og ávirka alla tilveruna, viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær, sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á tí, sum bylgist innaní av kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.

Um tú ert áhuga/ur at luttaka, vinarliga boða frá á tlf. 315979 ella á teldupost kmf@krabbamein.fo í seinasta lagi mánadagin 5. september 2016.