Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Príslækkingin í undirsjóvartunlunum sett í verk

1. juli eru tær áður fráboðaðu prísbroytingarnar í undirsjóvartunlunum settar í verk.

Frá 1. juli 2013 eru tær broytingar settar í gildi, at akførini verða deild í 2 bólkar, í mun til 3 bólkar frammanundan. Framyvir verða hesir bólkar:

1. Akfør upp til 3500 kg, ella til og við 6m, prísur kr. 110,- fyri stakan túr, og kr. 55,- við kubba.

2. Akfør meira enn 3500 kg ella longri enn 6 m, prísur kr. 320,- fyri stakan túr, og kr. 160,- við kubba.

Bólkurin við akførum størri enn 12,5m er burturdottin, sum sjálvstøðugur bólkur. Tey akførini fara framyvir at gjalda sum akfør yvir 6 m.

Ferðslan økist

Fyrra hálvár 2013 koyrdu 297.618 akfør í Vágatunlinum, ein øking á 5,48% í mun til fyrra hálvár 2012. Miðalferðslan var 1644 akfør pr. dag fyrra hálvár 2013.

Í Norðoyatunlinum koyrdu 377.226 akfør fyrra hálvár 2013, her var økingin 3,39% í mun til fyrra hálvár 2012. Miðalferðslan var 2084 akfør pr. dag fyrra hálvár 2013.

Niðanfyri dagførd prístalva galdandi frá 1. juli 2013: