Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Prísurin fyri nationala stoltleikan

Eg las nú eitt kvøldið eitt lesarabræv, har ein maður royndi at sláa fast, at tað at pengar mangla í landskassanum, hevur einki við niðurskurðin av blokkstuðlinum at gera. Hann vildi vera við, at hetta við blokkinum var ein undanførsla, sum sambandsfólk brúktu, fyri at rættvísgera almennar sparingar. Eisini havi eg hesa seinastu tíðina sæð nógvar pástandir um, at blokkstuðulin hevur lítlan og ongan týdning fyri føroyska búskapin. Hann er jú bara 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, verður sagt.

Og júst hetta at samanbera við bruttotjóðarúrtøkuna er ”smart”, um endamálið er at fáa eitt stórt tal at síggja út til at vera lítið. Bruttotjóðarúrtøkan er nevniliga eitt somikið stórt tal, at sjálvt stór tøl tykjast lítil í eini samanbering. Men líkamikið hvussu ”smart” hesi fólkini royna at vera, tá tey spæla við tølum, so slepst ikki undan, at 632 mió. krónur eru rættiliga nógvir pengar á vælferðarøkinum.

Eitt risastórt tal

Bruttotjóðarúrtøkan er samlaða virðið á øllum tí, sum allir føroyingar framleiða av bæði vørðum og tænastum í eitt heilt ár. Hetta talið hevur einki beinleiðis við landskassan at gera, men sigur nakað um støðuna í landinum sum heild. Virðið á øllum húsunum sum verða bygd, á øllum fiskinum sum verður veiddur, á undirvísingini í skúlunum o.s.fr., alt telur við. Og hetta er enntá eitt bruttotal, tað vil siga, at hús sum verða tikin niður og skip sum verða skrottað verða ikki trekt frá. Tað telur bara uppeftir. Tað sigur seg sjálvt, at afturímóti einum slíkum tali blíva øll onnur tøl lítil.

Nakrar samanberingar

Føroyska bruttotjóðarúrtøkan liggur um 13.000 mió. krónur um árið, og 5 prosent (ella 1/20) av tí eru rættiliga nógvir pengar.

Skatturin sum allir føroyingar rindaðu til landskassan í 2011 var bara 12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Skattalættin, sum fekk fólk at mótmæla við buldrandi blikkum uttanfyri løgtingshúsið fyri einum ári síðani, var bara 1,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Lækkingin á játtanini til Mentanargrunnin, sum sambært summum fer at gera endan á allari føroyskari mentan, er bara 0,004 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Eingin skal siga mær, at 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni ikki hava stóran týdning fyri vælferðartænasturnar. Tað skal heldur eingin billa mær inn, at tað ber til at skerja eina so stóra upphædd burtur av fíggjarlógini, uttan at tað fær álvarsamar fylgjur fyri fólkið í landinum.

Gongdin síðani 1998

Eg ivist í, hvussu rætt tað er at samanbera alt við bruttotjóðarúrtøkuna, tí tað at samanbera tvey tøl, sigur ikki alt um annað talið, men tað sigur líka nógv um talið, sum samanborið verður við. Men um vit halda okkum til henda rokniháttin, sum verður brúktur til at lýsa blokkstuðulin sum eitt lítið tal, so kunnu fleiri áhugaverdar niðurstøður gerast burturúr tí.

Vit kunnu til dømis samanbera árini 1998 og 2011 (sum er seinasta lidna roknskaparárið).

Í 1998 hevði landskassin eitt avlop á 472 mió. krónur og í 2011 hevði hann eitt undirskot á 402 mió. krónur. Úrslitið er altso versnað við næstan 900 milliónum krónum. So kunnu vit spyrja hvør er orsøkin til tað?

Nýtslan er lítið økt

Vit hoyra ofta, at almenna nýtslan er økt ov nógv. Onkur sigur, at útreiðslurnar eru ”spolaðar uppeftir”, og eisini hevur onkur sagt at pengarnir eru ”futtaðir av”. Men um vit samanbera við bruttotjóðarúrtøkuna, so eru útreiðslurnar umleið líka stórur partur av bruttotjóðarúrtøkuni nú, sum tær vóru í 1998. Vit brúka bara 1,3 prosenti meira av landsins framleiðslu til almennar tænastur nú, enn vit gjørdu í 1998. Hinvegin so eru inntøkurnar farnar frá at vera 41,8 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 1998 niður í 33,7 prosent í 2011 (ein minking á 8,1 prosent).

So um vit skulu samanbera við bruttotjóðarúrtøkuna, so stendur púra klárt, at orsøkin til at avlopið er vent til undirskot er ikki økt nýtsla, men minka inntøka.

Skatturin er óbroyttur

So kunnu vit spyrja, hvat er tað fyri inntøka, sum er minkað so nógv? Vit hava í nógv ár hoyrt um skattalættar, og hvussu nógv teir hava kostað landskassanum. Men samanborið við bruttotjóðarúrtøkuna eru skattainntøkurnar ikki minkaðar í tíðarskeiðinum frá 1998 til 2011. Vanligi landsskatturin var 12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 1998 og hann var eisini 12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í 2011.

Tað sum er minkað á inntøkusíðuni er fyrst og fremst blokkstuðulin, sum er farin úr 12 niður í 5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Í sama tíðarskeiði er eingin nevniverd nýggj inntøka komin ístaðin fyri minkaða blokkstuðulin.

70 prosent orsaka av blokkniðurskurðinum

Um ongar yvirtøkur vórðu gjørdar í 2002 og um blokkstuðulin ikki varð fastfrystur, so hevði blokkstuðulin verið 625 mió. krónur størri enn hann var í 2011. Tað eru næstan 70 prosent av tí, sum avlopið var minkað síðani 1998, og tað hevði verið nógmikið til at vit als ikki høvdu nakað hall.

So kann onkur siga um fullveldispolitikkin, at tað snýr seg um ”at standa á egnum beinum”, og onkur kann kalla tað ”at taka ábyrgd”, men spell er tað, at gomul og veik mugu gjalda fyri henda nationala stoltleikan, sum er beinleiðis orsøkin til, at avlopið vendist til hall.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður