Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Privatur fíggjarligur stuðul til valstríð?

Skal ein trúgva valserfrøðingunum, sum hava úttalað seg í donsku miðlunum, so rokna nakrir við ella spáa, at Danski Statsministarin útskrivar fólkatingsval ein av komandi vikunum, eitt boð er møguliga um mánaðarskiftið mai-juni. 

Grundgevingarnar eru nógvar, hví tað verður fólkatingsval skjótt. Ein av nógvu grundgevingunum, er at eitt valstríð er kostnaðarmikið at føra og at valstríðið fyri langari tíð síðan er byrjað, og at allir flokkar ikki hava eins fíggjarliga styrki at reka valstríð í longri tíð.

Í desember mánaða í fjør, játtaði Løgtingið einmælt at hækka játtanina við 1 mió.kr. til politiska upplýsing og virksemi upp til góðar 4 mió.kr. árliga. Høvuðsendamálið at hækka játtanina var at tryggja og menna fólkaræðið. Aðrar grundgevingar vóru, at ongi valevni skulu halda seg aftur av fíggjarligum orsøkum at stilla upp.

Her var ikki talan um at játta stuðul ella pening niður í egnan lumma, men at styrkja okkara fólkaræðið, við at hækka játtanina til politiska upplýsing og virksemi, hetta til flokkarnar at brúka. 

Seinasta heyst viðgjørdi Tingið eitt uppskot frá andstøðuni um stuðul til politisku flokkarnar, løgtingslimir og valevni. Uppskotið legði upp til, at allir flokkar skuldu uppgeva privatan fíggjarligan stuðul, um stuðulin fór upp um eina ávísa upphædd, til persónar ella flokkin.

Hesin fíggjarligi stuðul skuldi gevast upp í ársroknskapinum, ið allir flokkar lata inn til góðkenningar. Endamálið við uppskotinum var, at almenningurin kundi fáa innlit í, hvar møguligur peningur kom frá til eitt valstríð. Uppskotið fall, men hevði nógvar áhugaverdar vinklar.

At privatur fíggjarligur stuðul onkursvegna inngongur í valstríðið í framtíðini, skal eingin ivast í. Í londunum rundan um okkum, sum vit sammeta okkum við, hevur privatur fíggjarligur stuðul til val verið í nøkur ár, og kemur hetta helst at hækka. Til seinasta fólkatingsval, var stuðulin í Danmark oman fyri hundrað milliónir til at føra valstríð.

Ein kann bæði verða fyri og ímóti fíggjarligum stuðli til politisku flokkarnar og valevnini. Sagt verður, at tað er týdningarmikið at hava allar samfelagsbólkar umboðaðar í einum parlamenti, og tað kunnu vit verða samd um, og at tað ikki er líka lætt hjá øllum at verða hoyrd í almenna rúminum, serliga tey, sum trína nýggj inn á politiska pallin.

Pástandir eru um, at eitt valdømið er orsøkin, at ov nógvur peningur er komin í valstríðið. Hetta er partvís rætt, men ikki allur sannleikin. Kappingin, ið varð ímillum nøkur fá valevni í valdømunum, er nú eisini líka stór í millum floksfelagar, sum ímillum flokkar.

Hvat er endamálið við privatum fíggjarligum stuðli til flokkar og valevni? Er tað t.d. út frá persónligum og vinnuligum áhugamálum, um at ávirka politisku skipanina.

Hetta eru viðkomandi spurningar, um í hvønn mun tað tænir okkara fólkaræðið og politisku skipan. Tað er einki nýtt at veita stuðul við einari hjálpandi hond dagarnar uppundir val, men hevur hetta verið gjørt á frívilligum støði og av áhuga.

Stendur tú í politisku skipanini í skuld til tín politiska peningaliga stuðul, er hetta vandamikið og undirgravandi fyri okkara fólkaræðið. 

Hetta eru tilstandir, sum vit kenna til í USA og aðrastaðni, størri stuðul tú megnar at útvega tær, jú størri gerst møguleikin at vinna eitt val.

Tí er spurningurin, um vit eiga at loyva hesari gongdini, sum uttan iva fer at treingja enn meira uppá her hjá okkum. 

Fólkaræðið og politiska trúvirðið fær tað betri við gjøgnumskygni og opinleika í valstríðnum. 

Eivin H. Jacobsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin