Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Propagandabuster á vitjan á ráðhúsinum

Hann hevur eitt endamál. Tað er at avdúka stovnar og fjølmiðlar, ið byggja sína tilveru á fascistiska, kommunistiska ella diktatoriska framferð, og at avdúka bólkar sum Sea Shepherd. Og hann hevur sett sær fyri at hetta arbeiðið skal vera stuttligt og undirhaldandi.

Og undirhaldandi er hann. Ein skal vera rímiliga væl fyri at klára at fylgja við, tí hann hevur nógv uppá hjartað - og stutta tíð at greiða frá øllum tí, hann gjarna vil greiða frá. Og so hevur eina eina heila amrikansk/japanska propagandamaskinu við sær, sum dokumenterar hvørt einasta orð og hvørt fótafet.

Í Føroyum er hann vorðin kendur fyri stuttlig videoinnsløg á Youtube, har hann fullkomiliga ger gjøldur burturúr Paul Watson og Sea Shepherd. Í morgun vitjaði hann á Ráðhúsinum, har hann brúkti meira tíð at spyrja enn at fortelja, nú hann hevði stóran part av stjórnini, borgarstjóran og Hans Jakob Hermanssen við sama borð.

Føroyingar eru við at tapa PR-bardagan móti Sea Shepherd, og tað ætlar hann at broyta. Og hann fær góðan stuðul.

Hann hevur nógvar góðar vinir í Føroyum og í kvøld skal hann eta grind og spik fyri fyrstu ferð. Størsta ynski er tó at sleppa í eitt grindadráp. Tað kundi borgarstjórin ikki lova honum, men hann kundi leggja honum lag á, hvussu grind verður dripin.

Av Ráðhúsinum fór øll gongan út í Tinganes.

Lesið meira um Tony á: http://propaganda-buster.blogspot.com/