Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Prostatabólkurin skipar fyri tiltakið mikukvøldið 4. november kl. 19.00

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 4. november kl. 19-21. Trine Skov Eysturoy, fysioterapeutur, kemur at tosa um kokubotnsvenjing og hvussu hetta kann hjálpa uppá seinárin eftir prostatakrabba.

Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Eftir áheitan frá limum okkara hava vit fingið Trine Skov Eysturoy at koma at greiða okkum frá um kokubotnsvenjingar og inkontinens. Trine er útbúgving fysioterapeutur, hon arbeiðir hjá Havnar fysioterapi og hevur serkunnleika í kokubotni, inkontinens v.m.

Vit hittast mikukvøldið 4. november 2020 frá kl. 19.00 til umleið kl. 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum úti á Grønlandsvegi 58, í Havn. Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.

Skráin fyri kvøldið:
       
-Drekkamunnur
-Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
-Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum

-Trine Skov Eysturoy hevur orðið:

Bækkenet og bækkenbundens anatomi
Blærens fysiologi og funktion
Hvad er inkontinens og hvorfor bliver mange inkontinente efter en prostatacancer?
Hvordan træner man bækkenbunden!
Gode råd i forbindelse med inkontinens
Spørgsmål?
-Møgulig uppskot av evnum til komandi fund

GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu sum vit menn, ið hava, ella hava havt, prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir, at vera við.

Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi týsdagin 3. november kl. 12.00, á telefon 317959 ella umvegis teldupost á kmf@krabbamein.fo.

Við ynski um, at tit hava havt eitt gott summar hóast Covi-19 tilmælir.

Vinarliga

Eirikur Ólason Simonsen, fm.