Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Psykiatriðin má endurskoðast

Uttan fyrivarni, tolsemi og refleksión og tørvi á einum vælskipaðum og gjøgnumførdum kjaki á politiskum stigið í løgtinginum er hetta ein staðfesting av einari politiskari optimismu og einum fakligum naviteti, um okkara politisk valdu og fakfólk, sum starvast innan tað psykiatriska økið, latast sum einki og ikki halda tað verða neyðugt at fáa endurskoða og nágreinliga í specifikkum vendingum fáa definera tað psykiatriska økið og útteligera arbeiðisuppgávurnar og fakligu serøkini í tveir deplar, har tann eini sjálvsagt kallast fyri tann psykiatriski depulin og hin kundi verði kallaður fyri tann sosial psykiatriski depulin.
                          
Samansjóða samstarv ímillum almenna og heilsuverki
Vit mangla í Føroyðum anno 2016 eina heildarætlan fyri alt tað psykiatriska økið og eitt nógv betri samstarv og eina fordeling og ábýrgd av arbeiðisuppgávum ímillum heilsuverkið har tann psykiatriski depilin er undirlagdur og almennaverkið, har fleiri stóvnar og eindir eru undirlagdar, sum húsa fólkum við serligum tørvi og sinnisórógv.

Í hesum føri skal eisini nevnast ein stórur partur av fólki, sum ikki hevur tilknýti til hvørki almenna ella heilsuverkið, sum kunnu fáa tørv á hjálp ella braðfeingishjálp.

Langt frá øll fólk ,sum verða rakt av sinnisórógv og hava tørv á hjálp og bráfeingishjálp til viðgerð hava brúk fyri psykiatriskari viðgerð, men psykologiskari og námsfrøðiligari viðgerð.
Vit hava skjótt ein nýggjan psykiatriskan depil undir heilsuverkinum, men vit mangla ein sosial psykiatriskan depil ella viðgerðar depil undir almennaverkinum.

Sum nú er, er ein slík viðgerð ikki atskilt, so at tann psykiatriska viðgerðin undir heilsuverkinum átekur sær arbeiðisuppgávur, sum heilsu-og sjúkrarøktarfrøðingar og psykiatarir átaka sær við teirra specifikku fakligu førleikum og tilboð um eina psykologiska og námsfrøðiliga viðgerð undir alemnnaverkinum, sum psykologar og námsfrøðingar við teirra fakligu førleikum átaka sær.

Hetta er bráneyðugt, ti annars standa vit so púra vist øll í sama stað um nøkur ár, tá nýggji psykiatriski depilin er liðugur bara og kjakast um tørvin fyri at atskilja viðgerðar tilboðini fyri fólk við sinnisórógv.

Greitt er, at yvir eitt stutt skoðsmál verður nógv at gleða seg til, tí vit koma at síggja fram til at fáa ein nútíðarhóskandi psykiatriskan depil við tilsvarandi íbúðum og annars fysiskum karmum. 

Yvir eitt longri skoðsmál, tað vil siga yvir nøkur ár, fara ósvaraðir spurningar og undran at krevja sín rætt, tí virkar viðgerðin og fáa borgarir við sinnisórógv nøktandi hjálp ella bráðfeingishjálp.

Fáir arbeiðis viðgerðaháttir til vælútbúgvin fakfólk er vegurin fram.
Manglandi dirvið, nýhugsan og hugsjónir frá politiskari síðu kombinera við alt ov umfatandi og umfevnandi fakligar arbeiðisuppgávir hjá starvsfólkum á psykiatriska deplinum, sum ístaðin fyri javnan væleydnað úrslit  í viðgerðini við borgaranum í mongum førum resultera til frustratiónir yvir manglandi tíð og møguleika at røkka málsetningum, tí ásetta viðgerðin í sera nógvum førum við tí einkulta borgaranum við sinnisórógv  krevur so nógvar ymiskar viðgerðaháttir av ymiskum fakbólkum, um tað endaliga úrslitið í arbeidisprocessini skal eydnast væl, so borgarin far nøktandi  reiðskap og neyðuga sjúkra innlit í egna støðu og sinnisstøðu, tá hann/hon verður útskrivaður.  

Ein annar faktorur og afturvendandi trupuleiki er, at hesi góðu starvsfólk berjast ímóti tíðini í víðgerðini við og saman við borgaranum við sinnisórógv og tískil er hetta eisini ein haldgóð grundgeving fyri at specifisera tað heilt grundleggjandi fakiligu viðgerðarháttirnir og tilboðini innan økið, so starvsfólkini í størri mun verða enn meira spesialisera innan fáar, men relevantar viðgerðaháttir og í størri mun læra og kunna yvirskoða støðuna og geva borgaranum tí best sømdu viðgerð, hóast tíðar avmarkað viðgerðatíð.

Ein hospitalpsykiatri og hvat so.
Um tann nýggji psykiatriski bygningurin bara skal verða eitt substitutt fyri núverðandi psykiatriska depilin, so eru tað nakrar orðingar, vit mugu fáa avgreiddar, aðrenn bygningurin hevur tikið og fingið skap og er klárur til nýtslu. 

Psykiatriski depilin er í núverðandi støðu eitt sindur mótsigandi alt ov rúmligur og tekur ímóti alt ov nógvum borgarum við sinnisórógv, tí viðgerðin sum fer fram undir innlegging er bara ein partvís viðgerðing í vónini hjá borgaranum um at gerast raskur aftur. 

Heiligvágsviðgerð er ein altsigandi mest týðandi partur av ein psykiatriskari viðgerð, men er bara ein partur av orsøkini til innlegging hjá borgaranum. 

Tað gerst meira og meira sjonligt, at psykiatriski depilin raðfestir hægst og í útgangsstøði at praktisera eina hospitalpsykiatri og hesum viðvíkjandi koma ongar broytingar við, tá nýggji depilin kemur fysiskt at liggja upp eftur landsjúkrahúsinum. 

Tann psykiatriski depilin hevur frá politiskari síðu fingið átikið sær eina alt ov stóra og umfevnandi arbeiðisuppgávu, sum í staðin fyri sucess er blivi til eina arbeiðisbyrðu og úrslitið er at borgarin við sinnisórógv, netverki og starvsfólkini eru tey sum hava tapt, ímóti einum politiskum systemi, sum ikki vil leggja neyðugu orkuna í at umstruktruera og hugsa psykitriðina av nýggjum og umskriva endamálsorðingarnar fyri tí virkinum, sum skal áliggja einari hospitalpsykiatri og teimum starvsfólkum, sum arbeiða á deplinum. 

Aftursvarið, sum bønar um tøgn
Tí er tað ikki eitt haldgott aftursvar og nøkur haldgóð grundgeving, at landstýriskvinnan í heilsumálum, Siri Steenberg, bara hevur at viðmerkja, at nú skulu vit øll bara hyggja frameftur og verða glað fyri at ein nýggjur psykiatriskur depil tekur skap, tí um vit byrja at debattera hetta evnið, vil tað skapa seinkingar og vandi er fyri, at bygningurin ikki verður bygdur og klárur til ætlaða ásetta tíð. Tað nyttar einki at byggja ein bygning í hastverk uttan at fingið greiðu á, hvørs endamál bygningurin skal hava, hvat fyri fagbólkar skulu mynda depilin og ein útgreining av arbeiðisætlanuni og vantandi ásettum krøvum av vigerðarháttum. 

Hetta úttalisli frá Siri Steenberg er í tráð við eina vanliga politiska útmelding, har boðskapurin er , at tað týdningamesta í hesum málinum er at ásetta tíðin verður hildin og tess størri peninga fígging av fíggjarlógini verður til byggisamtyktar og harnæst ein effektivisering av peningauppihæddini, tá bygningurin stendur liðugur, so mest fæst fyri pengarnar og eftur stendur ein vakur stórur nýmoderniseraður psykiatriskur depil, sum í endamálsorðing og í arbeiðisgongd er líkur tí psykitriska deplinum, vit hava nú.
                                              
Relevantir og nóg umfatandi viðgerðarháttir
Ein hospitalpsykiatri arbeiðir við ymiskum viðgerðarháttum, sum allir eru sera umfatandi og krevja nógva tíð og orku bæði frá starvsfólkum og brúkara, um ein útskriving ikki skal resultera í einari skjótari nýggjari innlegging.

Samtalir um heilivágsviðgerð er sera umfatandi og setur stór krøv til fakligan kunnan hjá starvsfólkunum og krevur gott innilit hjá borgaranum at kunna merkja eftur sær sjálvum og greiða frá tankamyldri og pínu hesum viðvíkjandi og ikki minst at kunna seta orð á hjáárini av heilivágsviðgerðini. Hetta umráði krevur í sjálvum sær eina heila arbeiðisætlan bæði frá fakligum vælútbúgvin starvsfólkabólkum, sum eitt nú, heilsu og sjúkrarøktarfrøðingum í samstarvinum við borgaran við sinnisorógv. 

Samtalu konsultatiónir í einari hospital psykiatri fært tú sum borgari við sinnisórógv við ein psykiatara. Tríggjir sera kompetentir fakbólkar við ymiskum fakligum førleikum, sum eisini átaka sær uppgávuna at arbeiða við psyko-edukation. Hendan arbeiðisætlan tekur langa tíð í summum førum kombinera við eina kognitiva viðgerð.

Arbeiðisuppgávurnar stutt skitseraðar hjá starvsfólkum í tí psykiatriska deplinum mugu og eiga at verða í tí nýggja deplinum í stuttum og heilt yvirornað, læran um og eitt størri innilit í heilivágsviðgerð, møgulig kognitiv viðgerð og ein væl fyrireika og informativ útskrivning til borgaran ella í ymsum ella fleiri førum at innskriva borgaran til víðari sosialpsykiatriska viðgerð. 

Hvat umfatar ein sosialpsykiatrisk viðgerð.
Tað snýr seg um at síggja burtur frá allari viðgerð, sum verður útboðin í tí psykiatriska deplinum.

Ein viðgerð til ein borgara við sinnisórógv vil taka útgangsstøði í tí heila menniskjanum. Í einari viðgerð av hesum slag er fokus rætta uppá persónliga umsorgan, endurvenjingar, ásetan av krøvum í mun til førleika, ásetan av krøvum, so borgarin far eina miðvísa menning, tann góða samtalan og eina tillutað ábyrgd til borgaran, fyri at viðgerðin skal eydnast.

At arbeiða miðvíst við einari narrativ viðgerð kombinera við eina miljøterapeutiska tilgongd, krevur eitt álit ímillum báðar partarnar og søguforteljingin tekur útgangsstøði í viðgerðini. 

Søguforteljingin skal kombinerast við  ávísar ella ymiskar endurvenjingar, so borgarin far styrkt sínar førleikar í takt við at krøvini og ábyrgdin vaksa og at hann/hon afturvinnur tryggleika, sjálvsálitið og styrkina til at klára at loysa tær avbjóðingar, sum tóktiskt ómøguligar.  

Vit mugu ikki lata standa til, men tað skal handlast frá poltiskari síðu, so hetta álvarsliga málið, sum hevur alstóran týdning fyri sera nógv menniskju ikki bara verður trumfa ígjøgnum og vit aftur koma at standa við ósvaraðum spurningum. 

Tað er gott, at ein nýggjur depil fer at taka skap, men lat okkum nú gera tað við vit og skili og  syrgja fyri, at vit í framtíðini í nógv størri og umfatandi mun kunnu bjóða fólki við sinnisórógv eina góða viðgerð, alt eftur tørvi hjá tí einstaka menniskjanum.

Vit mugu tora at hugsa annarleiðis og gera upp við mytuna um, at broytingar eittans skulu fremjast, um vit eru púra vís í, hvat vit so fáa. 

Í hesum førinum skulu hesar neyðugu broytingar fremjast, tí vit vita øll somul, at okkara psykiatri ikki megnar, sum nú er og framyvir at, lyfta uppgávurnar, uttan hon verður endurskoða.

Karl Jóhan Staksberg.
Email addr : runesean66@hotmail.com