Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ráðgevarafelagið: Tunnilsarbeiði av landinum uttan útbjóðing fyri yvirprís

P/f Eystur- og Sandoyartunlar hevur latið norskari ráðgevarafyritøku projekteringsarbeiðið av tunlunum fyri yvirprís uttan at geva føroyskum fyritøkum høvi at bjóða upp á arbeiðið. Ráðgevarafelagið átalar hetta harðliga og heitir á eitt nýtt landsstýri um at tryggja føroyskar førleikar í Føroyum. 

Ráðgevarafelagið hevur áhaldandi víst á, at føroyskar ráðgevarafyritøkur eru fult kappingarførar við útlendskar, tá tað snýr seg um at projektera tunlar í Føroyum, eisini Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. 

Politiska skipanin hevur eisini gjørt semju um, at føroyskar fyritøkur og føroyskir førleikar skuldu hava arbeiðini í sambandi við tunlarnar, men nú vendir alt øvugt. Føroyskar fyritøkur eru ikki so frægt sum slopnar at bjóða, og ein útlendsk fyritøka hevur fingið projekteringsarbeiðið. Tøl hava verið frammi, sum vísa, at arbeiðið er latið norsku fyritøkuni fyri 34,5 mió. kr. Hetta svarar til minst 30 føroysk vitanarstørv í eitt ár. 

Um hetta talið passar, er arbeiðið latið norðmonum fyri í minsta lagi 10 mió. kr. ov nógv, vísa metingar hjá Ráðgevarafelagnum. 

Felagið skilir ikki, at føroyskar fyritøkur verða settar til viks í Føroya størstu útbyggingarætlan, serliga tá politiska semjan miðaði eftir, at tær skuldu vera við í arbeiðinum. Felagið skilir heldur ikki, hvussu politiska skipanin kann lata tunnilsfelagið fara uttan um almenna útbjóðingarpolitikkin, sum skal tryggja kapping á økinum, so m.a. tað almenna fær tann besta prísin. 

Felagið er av teirri fatan, at føroyskar ráðgevarafyritøkur verða útifrystar í Føroyum, og at tað kann hava við sær álvarsligar avleiðingar fyri vinnuna, tí vit fáa ikki fólk við góðum útbúgvingum heimaftur.

Vit heita á næsta landsstýrið um at bera so í bandi, at hendan skeiva gongdin verður steðgað beinanvegin, so føroyskir førleikar í Føroyum verða stimbraðir heldur enn niðurlaðaðir. Nevndin í Ráðgevarafelagnum