Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ráðstevna hjá Alzheimerfelagnum á Hotel Føroyum 31. mars og 1. apríl 2017

Alzheimerfelagið – saman við Kommunufelagnum – skipar fyri almennu ráðstevnuni ”GLOYM MEG EI – menniskjað í miðdepilin”

Ráðstevnan tekur støði í Demensætlanini fyri Føroyar 2015.
Demensætlanin mælir til at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag. Fyritreytir fyri hesum er at geva fólki og myndugleikum vitan og innlit í viðurskifti, sum gera, at fólk við demens áhaldandi kunnu vera ein partur av samfelagnum. 

Skráin varpar ljós á allar tættir í Demensætlanini: 
Organisering og samstarv
Sjúkugreinan
Tann sosialfakliga íløgan
Løgfrøði og demens
Avvarðandi
Útbúgving
Gransking og upplýsing
MEN fyrst og fremst menniskjan við demens.

Framløgur, framførslur og filmsklipp
Ráðstevnan verður skipað við áhugaverdum framløgum, framførslum og filmsklippum um demens.
Politikarar, fakfólk, avvarðandi og fólk við demens fara at greiða frá og lýsa demens og støðu teirra sjúku. 

Eivør fer at syngja
Sangur og tónleikur verður á skránni. Jonhard Larsen, sum hevur mammu við demenssjúku, og dóttir hansara, fara at spæla og syngja fyri okkum. Leygardagin syngur Eivør Pállsdóttir fyri okkum. Eivør hevur m.a. gjørt sangin Mjørki, sum er um at liva við demens.

Panelorðaskifti
Fríggjadagurin endar við einum panelorðaskifti, har vit seta spurningin: Hvussu verður
Demensætlanin framd í verki? Í panelinum verða Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, Annika Olsen, borgarstjóri, umframt umboð fyri fakfólk og avvarðandi. Jón Brian Hvidtfeldt fer at stýra orðaskiftinum og leiðir okkum annars gjøgnum alla ráðstevnuna.

Ráðstevnan er eisini fyri fólk við demens
Mett verður, at umleið 800 føroyingar liva við demenssjúkuni. Ráðstevnan er almenn og er ætlað øllum, bæði almennum myndugleikum, starvsfólkum, teimum, sum eru rakt av demens og avvarðandi. 
Alzheimerfelagið hevur bílagt eyka høli á Hotel Føroyum, har fólk við demens og teirra avvarðandi kunnu taka sær fríløtur í friði, meðan ráðstevnan er. Tað hevði glett okkum at sæð so mong sum til ber til ráðstevnuna.

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 24. mars
Tilmelding til ráðstevnuna er á www.alzheimer.fo Prísurin er 500 kr um dagin og til ber at tekna seg til báðar ella annan dagin. Seinasta freist fyri tilmelding er fríggjadagin 24. mars.