Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ráðstevna um talgildan pening og fíggjarligt støðufesti

Hvussu kunnu vit skapa betri karmar um fíggjarligt støðufesti, er fokus á ráðstevnu í Smæruni 9. mars 2018. Fíggjarligt støðufesti er eitt aðalmál í samfelagnum.

Tíðindaskriv

Landsbankin og Váðaráðið vísa støðugt á, hvørji viðurskifti hótta fíggjarliga støðufestið í Føroyum. Á ráðstevnuni seta vit fokus á virksemi hjá føroysku peningastovnunum.

Harumframt fer ráðstevnan at viðgera fíggjarligt støðufesti í mun til talgildan. Talgildan ger seg galdandi fyri flestu viðurskifti í okkara samfelag. Hetta er eitt rák, sum er serliga umfatandi í Norðurlondum.
Mest sum alt virksemi hjá peningastovnunum er talgilt, meiri enn 95% av øllum pengaflutningi er talgildur, og samstundis eru hópin av talgildum gjaldoyrum sum Bitcoin og onnur komin í umferð.

Endamálið er at deila vitan um peninga- og bankaviðurskifti og skapa eitt konstruktivt orðaskifti, sum kann vera til gagns fyri samfelagið.