Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rættartrygdin hjá borgarum, sum bera brek, styrkjast

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fær týsdagin tilmæli um tænastupolitikk á almannaøkinum. Nýggi politikkurin skal millum annað tryggja, at rættarstøðan hjá teimum, sum bera brek, verður styrkt.

-Sosialar tænastur til borgarar, ið bera brek, eru millum grundarsteinarnar í føroysku vælferðarskipanini. Tí gleðist eg um, at hetta arbeiðið nú er liðugt, og at politiska viðgerðin kann byrja, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.

Á tíðindafundi í Almannamálaráðnum týsdagin klokkan 10, fer arbeiðsbólkurin at handa landsstýriskvinnuni tilmælið.

Tænastupolitikkurin á almannaøkinum skal seta út í kortið, hvørjar meginreglur tænasturnar til borgarar, sum bera brek, frameftir skulu byggja á,  hvørjar tænastur skulu veitast og hvussu hesar skulu skipast.

-Tað hevur alstóran týdning, at ein tænastupolitikkur og komandi tænastulóg hava breiða undirtøku, sigur Eyðgunn Samuelsen. Júst tí hevur arbeiðsbólkurin eisini umboðað ein breiðan skara av fakfólki og áhugafeløgum, sum saman hava orðað politikkin.

Arbeiðið er nú at enda komið, og tilmælið verður lagt fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í hesi tingsetuni.

Tænastupolitikkurin verður grundarlag undir tænastulógini, sum ætlandi verður løgd fyri Løgtingið í vár. 

Arbeiðsbólkurin hevur skipað sítt arbeiði í tveir partar: Afturat tilmælinum er eisini ein frágreiðing, sum gevur eina støðumynd av verandi tænastum og leggur upp til nýskipan av teimum, umframt skipan av nýggjum tænastum.”

Tænastupolitikkurin verður handaður á tíðindafundi í Almannamálaráðnum, Eirargarður 2, týsdagin, 31. januar klokkan 10.