Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rættarúrskurður: Hevði ongan rætt til at taka barnið

Komin aftur til Føroyar, byrjar ágangurin av álvara at bólta omanyvir ungu, Marjun Guttesen, sum hevði fingið seg so illa roynda. Tað var, sum um sosialu myndugleikarnir høvdu gjørt av, at hon skuldi ikki hjálpast, men forðast í, at fáa sítt egna barn. Tað er serliga ágangurin frá sosialráðgevanum í Havn, Ejler Eysturtún, sum unga mamman nú sigur seg føla koyrilin frá. 

Samrøða - 2. partur!
Dan Klein, journalistur:

Tað var í juli mánaða 2010, at unga illa roynda kvinnan, Marjun Guttesen, kemur heim úr Danmark. Meðan hon bíðar eftir at føða, fær hon ein mánað seinni bræv frá Barnaverndini um at koma til samrøðu.

Sosialráðgevin lovar at venda aftur eftir samrøðuna. Nakrar dagar seinni fær hon eisini boð um, at tey vilja gera eina foreldraførleikakanning.

Men áðrenn nøkur niðurstøða var gjørd, kom sosialráðgevin hjá Havnar kommunu, Ejler Eysturtún, persónliga heim til foreldrini hjá Marjun Guttesen, sum neyvan heimild er fyri, tí unga kvinnan føldi seg hótta av ágangandi manninum, og ikki minni av boðskapi hansara: Hann var bara komin at greiða frá kanningini, men tað, hann hevði at siga var, at um eg ikki kláraði testina so varð barnið tikið frá henni, sigur Marjun. Hetta fekk fekk hana niður í kolkjallaran. Hon bleiv ikki bara illa við, men sálarliga útkoyrd av boðunum.

Men tíbetur var hon komin í samband við ungan drong, sum kundi stuðla henni í sorgini. Hon føddi eina vælskapta gentu í oktober 2010. Hvørja løtu væntaðu tey, at gentan varð tikin frá mammuni, tí hetta hevði sosialráðgivin hjá Sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, Ejler Eysturtún, hótt við, áðrenn foreldrarførleikakanningin nakrantíð varð sjusað í gjøgnum. 

Men onki grundarlag sýntist vera fyri, at stúra fyri foreldraførleikanum, tí unga mamman, Marjun Guttesen, fær góð skoðsmál frá starvsfólkunum á deild A 2, meðan hon liggur har við dóttrini. Unga mamman kláraði seg sera væl, fekk sosiala deildin hjá Tórshavnar kommunu at vita, áðrenn hon, saman við dóttrini, beinleiðis fór av føðideildini, og niðan á Familjudeildina á Barnaheiminum.

Tá ið vit lesa skoðsmálið frá deildarleiðara og sjúkrarøktarfrøðingi á landssjúkrahúsinum, má ein og hvør koma til ta niðurstøðu, at mamman tykist at hava verið fyri ógrundaðum ágangi, og tað sýnist ikki at hava nakað at gera við væntandi førleika at ansa barninum, sum hendir eftirfylgjandi, men heldur forfylging, og soleiðis følir Marjun tað eisini, tí unga parið skuldi tíðuliga stressast við náttarvitjanum, tá tey komu norður til Klaksvikar, har unga mamman, beint áðrenn barnið var føtt, hevði fingið íbúð.

Unga parið valdi at flýggja undan áganginum frá sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, og serliga hesum agresiva sosialráðgevaranum, sum onga kenslur hevur fyri støðuni, vísir Marjun á. Í Klaksvík eru tey eisini nærri nær soninum, ið hon kann vitja , so sum avtalað verður við pápan til dreingin.

Tey koma norður 28. Oktober 2010.

Í Klaksvík gongur rímiliga væl, men tá unga mamman helt, at nú var hon sloppin undan sosialráðgevanum í Havn, stingur ein annar trupulleiki seg upp – enntá av persóni, sum gevur kenslu av stórum hjartalagi.

Hon er m.a. forkvinna í ABC Barnahjálpini, og sigur seg hava samkenslu við gomlum og veikum, men tá tað millum annað galt hesa ungu kvinnuna, og hennara børnum, fann hetta stóra “hjartabarn” so nógvar feilir, at hon ikki dugdi at síggja nakra loysn fyri unga foreldraparinum, og tá Rúna Sivertsen frá Barnaverndini, heldur ikki dugdi at síggja mildandi umstøður, valdi hon at fara víðari við sínari negativu eygleiðing.

Sum um hetta ikki var nokk, so ringir ein gamal kenningur til Klaksvíkar, nevniliga sosialráðgevin í Havn, Ejler Eysturtún. Hann vildi bara tosa um støðuna, men hann velur at ringja meðan unga parið spælir gekk. Hann verður biðin um at ringja tá gekkurin er liðugur.

Hann ringir eisini, og sigur, at hann nú situr í bilinum á veg norður. Vit skulu hava í mentu, at klokkan er heilt nær midnátt eitt fríggjakvøld.

Tá sosialráðgevin kemur norður, sigur hann, at nú skulu aðrir bollar á suppuna. Hann kravdi, at unga familjan skuldi hava náttarvitjan fyri at tryggja at barnið hevði tað gott. Unga mamman fær eisini orð fyri ,at tey nú skulu síggja tíðina ann hvussu tað fer at gangast móður og barnið í heiminum, áðrenn onnur tiltøk vera sett i verk, og kravið var eisni, at møguleigi skuldi vera fyri, at Barnaverndin kundi á vitjan alt døgnið, og tí skuldi úthurðin ikki vera stongd um náttina.

Hetta vísti seg tó bara at stressa familjuna uppaftur meira, og unga Marjun Guttesen, tordi heldur ikki at leggja seg at sova við opnari úthurð, so tað var so sum so við hesum vitjanum, tí hóast sjeikurin vildi fara upp um næturnar, vóru bæði tvey móð og troytt av øllum ákoyringum. Samstundis, sum tey skuldu takað sær av nyfødda barninum. 

Onkuntíð hoyrdi tey bank á hurðina, men ongin var uttanfyri tá latið varð upp, og tað kom eisini fyri, at banka varð uppá í vánaligum veðri, men tá tey ungu skuldu lata upp, var tann vitjandi ikki har. 

Vit síggja í sakini, at sakførarin hjá kvinnuni, vísir á, at tey ungu flyta til Klaksvíkar 1. November 2010. Eftir grein 58 í barnaverndarlógini hevði barnaverndartænastan í Havn onga kompetansu til at viðgera sakina, og sakførarin kravdi tí avgerina tilonkisgjørda.

Men rætturin sigur, at Høvuðsbarnaverndin hevði sagt, at tað var í lagi, at sosialráðgevin í Havn, hevði blandað seg uppí í aðrari kommunu, men tað var tó hildið vera undarligt, tá eingin samstarvsavtalað var gjørd við klaksvikar kommunu, fyrr enn aftaná, at bráfangisavgerin var framd...

Heilsusysturin, sum barnaverndar tænastan í Tórshavn hevði fingið álagt, at ganga inn til familjuna morgun og seinnapart. Hon hevði alt tað besta at bera ungu mammuni, og vísti á, at barnið hevði tað gott hvørjaferð, hon var inni á gólvinum, og at unga mamman ikki var annarleiðis enn aðrar ungar mammur í somu støðu.

Eg bleiv spurd, hvat eg helt um, at barnið kanska fór at verða tikið frá mammuni, men tað var eg als ikki samd við. Tað virkaði eisini, sum um avgerðin um at taka barnið frá mammuni longu var tikin, og tí hevði mín meining ongan týdning, verður heilsusysturin endurgivin fyri at siga í dóminum.

Sjálvt um Høvuðsbarnaverndin hevur givið til kennar, at tað var í lagi, at taka barnið frá mammuni, kemur rætturin ikki til somu niðurstøðu. 

Unga mamman, Marjun Guttesen, vinnur sakina, og avgerðin hjá Høvuðsbarnaverndini, 29. November 2010, um at taka barnið frá mammuni, og lata tað til fosturfamilju, fellur burtur við dómi.

Tó at dómur um hetta varð feldur 27. Januar 2011, so er dótturin enn hjá fosturfamilju.

Rættarúrskurðurin var greiður: Tey høvdu ongan rætt at taka barnið frá mammuni. Greinin er lisin og góðtikin av Marjun Guttesen.

Greinin er lisin og góðtikin av Marjun Guttesen.