Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rættleiðing til tíðindi í Kringvarpi Føroya sunnudagin 29. mars kl. 14.

Hóast hækkandi játtan til rakstur av heilsuverkinum, var boðskapurin í útvarpstíðindunum í Kringvarpi Føroya sunnudagin, 29. mars kl. 14., at játtanin í 2015 og 2016 er lægri enn undanfarin ár. 

Sum prógv fyri hesum, vísir Kringvarpið á uppgerð frá Hagstovu Føroya, sum verður samanborin við játtanarkarmarnar fyri 2016.

Fíggjarmálaráðið vil gera vart við, at henda samanbering er skeiv og villleiðandi.

Uppgerðin hjá Hagstovuni fevnir um samlaðu almennu heilsuútreiðslurnar, meðan játtanarkarmarnir einans fevna um landsins útreiðslur, tað vil siga, at kommunalu heilsuútreiðslurnar ikki eru við.

Tí kunnu hesi tøl als ikki samanberast.

Veruleikin er, at játtanin til rakstur av heilsuverkinum er hækkandi, ikki lækkandi. Hetta fæst við at samanbera tað, sum er sambærligt, og tað er játtanarkarmarnar fyri 2016 við landsins roknskap fyri undanfarin ár. Hetta verður gjørt í talvuni niðanfyri.

mió. kr.                         R2011 R2012 R2013 R2014 J2015 Æ2016 
Rakstur § 11 Heilsumál     896    892    913     931    968      985