Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rætturin verður settur í morgin

Týsdagin 29. september 2015, og aftur Mikudagin, 7. oktober 2015, stendur sakin í móti teimum fýra journalistunum, at koma fyri í Eystara Landsrætti, sum blivu dømdir í Føroya rætti. Journalistarnir hava onki nýtt at borðreiða við í Landsrættinum, sum verður settur í morgin. Fýra dagar eru avsettir. Hví so stórt lop er í millum rættardagarnar er ongin frágreiðing komin uppá. 

Greinin niðanfyri var í pdf-útgávu okkara fríggjadagin: 

Journalistarnir taptu í Føroya rætti. Tollgølan verður nú aftur tikin fram í rættinum.

Hesaferð er tað í Landsrættinum.

Her er so ein partur av málinum lýstur:

Týsdagin upprennur so aftur dagurin, at teir stevndu journalistarnir skulu verja sína støðu, og prógva, at tær skuldsetingarnar, tey hava sett fram í móti Jørgen Niclasen, halda. Men tað er nógv, sum bendir á, at tey ikki sjálvi vita hvat fyri eitt vátlendi, tey sjálvi hava stigið út í, tí tá In.fo var og luftaði málinum uppundir sakina, var ikki bara tekin um journalistiskt demens, men beinleiðis journalistiskur býttleiki, tey serveraðu:

Við yvirskriftini: Jørgen Niclasen fær tríggjar dagar at reinsa seg.

Sum útgangsstøði, skuldi Jørgen ikki út at reinsa seg! Tað er hinvegin ongin ivi um, at stevndu journalistarnir skulu út at prógva, at tær skuldsetingar, tey eru komin fram við, halda. 

Tað kundu tey ikki í Føroya Rætti, og tað kunnu tey heldur ikki í Landsrættinum, skilst. Hetta verður helst ikki lætt, tí ongantíð meðan hetta mál hevur verið frammi í Einglapressuni, er eitt einasta prógv lagt á borðið um, at fyrrverandi landsstýrismaðurin hevur brotið lógina, so vit duga ikki at síggja, at verjin hjá miðlafólkunum heldur sleppur at virka sum eldsløkkjari, heldur enn áleypari.

Jørgen Niclasen hevur stevnt teimum fýra, Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarson, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum.

Tað, Jørgen Niclasen stevndi fyri, eru páhald í Kringvarpinum og Portalinum um, at hann skal hava ”snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur í tolli” í árinum frá1988 til 1994 Men hann stevndi eisini fyri páhald um, at hann hevur ”svikað við tolli”, at hann hevur ”selt vørur uttan um tollmyndugleikarnar”, at hann hevur “stýrt ótollaðu søluni”, hevur ”tilvitað brotið tolllógina”, at hann ”tilvitað skal hava ført landskassanum tap” og at hann skal hava ”snýtt sín samstarvspartnara Skipafelagið Føroyar”.

Í einum innanhýsis innlitsskjali hjá Toll- og Skattstovu Føroya, sæst, at tey fyrireika seg, at melda P/F N. Niclasen, og Jørgen fyri brot á tolllógina. Skjalið er dagfest 30.06. 1993. Í skjalinum verður starvsfólk hjá Toll og Skattstovu Føroya, biðið um at leggja fráboðanina til N. Niclasen, um, at tollkreditturin verður uppsagdur, við meldinum, um viðkomandi kann finna eina slíka. Men onki skjal er, sum vísir, at Niclasen-fyritøkan hevur fingið boðini um, at tollkreditturin er strikaður.

Øll kenna, tá tey skulu út at ferðast. Listi verður skrivaður, og so gjøgnumgingin. Tað sama tá farið verður til handils, so verður strikað fyri hvat er gjørt, og hvat ikki er gjørt. Ein slíkan lista gjørdi Toll- og Skattstova Føroya, 30. juni 1993, tá meldið til fútan skuldi fyrireikast.

Í skjalinum verður starvsfólk biðið um at lesa frágreiðingina til fútan í gjøgnum, og rætta um nakar feilur verður funnin.

Eisini skal eftirkannast um skjalanummereringin er í lagi.

Hetta er eftirkanna og strikað er fyri, at hesi viðurskiftir eru komin uppá pláss. Men starvsfólki verður eisini biðið um at fáa avrit av fráboðanini til N. Niclasen um at tollkreditturin verður uppsagdur, og leggja hetta, sum skjal nummar 1 í sakina. 

Men her skrivar starvsfólki eitt minus yvirfyri. 

Heldur ikki hjá Toll- og Skatt, finna tey skjal, sum vísir, at Niclasen-fyritøkan hevur fingið hesa fráboðan, sum øll skugga-boxingin hjá Kringvarpinum hevur snúð seg um, og sum var gularótin fyri maraton-renningini hjá Jan Lamhauge, bæði á Argjum, og eisini í løgtinginum, har hann við skjali í hondini, sum er dagfest 20. Marts 1991, skal vera ein bumba, men sum tó bara vísti, at Jørgen Niclasen, biður Føroya Tollstovu um at bíða við at krevja bankatrygdina fyri tollin inn, tí málið er sent landsstýrinum til viðgerðar.

Jørgen Niclasen, kann, sum stjóri fyri fyritøkuni, vera hóttur, at betalir hann ikki, so verður tollkreditturin strikaður. Men tað er týðuligt, at kreditturin er galdandi í marts 1991. Sambært fundarfrásøgn 5. September 1993, stendur eisini, at bankatrygdin uppá 100 túsund kr. skal beinanvegin krevjast inngoldin.

Og tí gevur skrivið frá Jørgen Niclasen, dagfest 20. Marts 1991, lítla meining, at hetza mannin við. ** Í samband við áminningarlistan til fútan gongur tað annars væl, at fáa tingini avgreidd. Alt, sum biðið verður um, kann útvegast, uttan bara eitt skjal, sum tá ikki kundi útvegast, nevniliga, skjalið, sum prógvar, at Niclasen-fyritøkan, hevði fingið avrit av uppsøgnini av tollkredittinum.

Starvsfólki, sum er sett at fyrireika alt hetta, verður at endað biðið um persónliga at fara niðan á politigarðin við málinum, og viðmerkja, at tað eftir avtalu er til Una Vestureið, sum tá var leiðari á kriminaldeildini.

Men tað var so uttan hetta skjal um, at N. Niclasen, hevði fingið boðini um, at kreditturin var strikaður.

Fútin tók eisini avgerðina um ikki at reisa ákæru í málinum, skrivaði Oyggjatíðindi longu í 1997.