Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

RÆTTVÍST BÝTI AV ALMENNA TILFEINGINUM

Nú um dagarnar eru komi greitt til sjóndar, at býti av almenna tilfeinginum skal verða rættvíst, og tá talan er um rættvísi so ganga vit út frá, at talan er um rættvísi á øllum økjum.

Streymoy og Eysturoy
Sambært hesi talvuni eru tað tvey økir í landinum sum falla í eyguni, tað er Streymoyar og Eysturoyar Sýsla. Streymoyar Sýsla við at hava 1.083 fleiri ársverk  enn fólkatali grundgevur fyri, og Eysturoyar Sýsla 649 ársverk minni av somu orsøk.

Hví t.d. Eysturoyar Sýsla er so nógv við skerdan lut í mun til aðrar partar av landinum tykist løgi, men hetta er í hvussu er ein staðfesting, sum tykist ørkymlandi.  

Flyta ársverk
Skal fólkatalið brúkast sum grundarlagið undir einum rættvísum býti av almenna tilfeinginum, so skal Streymoyar Sýsla av við 1.083 ársverkini skulu flytast yvir á Norðoya, Eysturoyar, Vága og Sandoyar Sýslur.

Rættvíst og rímiligt
Sum er hava vit einki betri grundarlag undir einum býti av almenna tilfeinginum enn fólkatalið í landinum, og tað má metast rættvíst og rímiligt, nú spurningurin um býti av almenna tilfeinginum er til viðgerðar. 

Lasse Klein