Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ramsar heiðurskjal handað borgarstjórunum

Í dag handaði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, borgarstjórunum, ið varða av teimum trimum tilnevndu Ramsar–økjunum heiðursskjal fyri tilnevningina. Ramsar sáttmálin, ið varð tilevnaður í 1971 í býnum Ramsar í Iran, fevnir um 162 lond, haruppí Føroyar.

Talan er um ein millumlanda sáttmála og eina tilnevning, ið ikki beinleiðis friðar nakað øki ella fugl, men ein sáttmála, ið setur krøv til, hvussu vit skynsamliga fara fram, tá talan er um at verja og gera brúk av tí tilfeingi, sum hesar oyggjar hava.

Føroyar fingu í 2012 oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines tilnevndar til at vera Ramsar økir, vísandi til ta serligu náttúru og fuglalív, ið her er. Í Mykinesi ber til at vísa á lundastovn, havhestar, drunnhvítar, súlur os.fr.v. Í Nólsoy eru yvir 50.000 pør av drunnhvíta, ella kanska meira, umframt aðrir fuglar so sum teisti og lundi, og í Skúvoy eru uml. 50.000 pør av lomviga. Vit kunnu siga, at í Føroyum er nógvur sjófuglur sum heild, men júst hesar 3 oyggjar skara framúr, og tískil eru tær tilnevndar Ramsar øki.

Landsstýrismaðurin vísti á fundinum í dag á tann týdning, sum kommunurnar hava í hesum samanhangi, og fegnast hann yvir ta jaligu tilgongd, ið kommunurnar vísa fyri hesum arbeiði.