Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rán í Tórshavn

Mánakvøldið tann 21. april kl. 2330 fekk løgreglan fráboðan um eitt rán, sum var farið fram uttanfyri Bank Nordic á Húsagøtu í Tórshavn.

Eitt starvsfólk úr SMS var á veg í bankan við kassainnihaldinum, tá tveir persónar í masku, løgdu á hana.

Tey komu til hendurs, men starvsfólkið fekk vart so mikið fyri seg, at maskeraðu persónarnir bert fingu ein part av pengunum við sær. Eftur hettar flýddu persónarnir móti Tinghúsvegnum.

Í samband við ránið, sóknast løgreglan eftir einum svørtum BANK NORDIC pengalumma, ið kann vera tveittur burtur.

Maskurnar, ið nýttar vóru, høvdu "deyðninga høvd". Maskurnar eru ikki funnar enn. Málið verður nú kannað, og vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð og ella hoyrt eitt hvørt í samband við hendingina.

Vinarliga ring til vaktleiðaran á tlf. 351448

Løgreglan fylgir upp uppá málið við tíðindarskrivi