Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum

Reglurnar um fráfaringaraldur mugu vera líka fyri øll

Tað kann ikki vera rætt, at í einum landi, har sagt hevur verið í meiri enn 1000 ár, at: ”Við lóg skal land  byggjast”, at kommunumørk og innanhýsis reglar skulu avgerða nær alment sett noyðast frá fyri aldur
 
Eitt rundskriv frá Fíggjarmálaráðharranum frá 2007, sigur at:  ”§ 1. Fráfaringaraldurin hjá almennum starvsfólkum verður broyttur úr 67 árum í 70 ár. ”
 
Eisini verður sagt, at: ”Eftir 1. november í 2007 ber ikki til at siga starvsfólki upp við tí grundgeving, at starvsfólkið fyllir 67 ár.”
 
Hetta hevur verið fastur prakis hjá landinum í nógv ár. Men ikki hjá kommununum.
 
Í februar í 2014 skrivaði Starvsblaðið um fráfaringaraldurin hjá starvsfólki hjá føroysku kommununum og SEV.
 
Svarini vóru tá, at stórt sæð ongin av hesum, hevði somu reglur sum landið. Onkrar kommunur vildu tosa um at longja setanina og aðrar avgjørt ikki. Hjá onkrum var tað ein samtykt og hjá øðrum bara ein vani, ella vistu tey ikki. Soleiðis varð altíð gjørt.
 
Hjá summum er møguligt at tosa um at leingja tíðina aftaná fráfaringaraldurin og øðrum ikki.
 
So kunnu vit tosað um frælsið hjá teimum einstøku kommununum ella stovnunum, ella ikki. Men eftir mínum tykki hevur hetta onki við frælsið hjá teimum at gera!
 
Hvat sigur so eitt spurnarumfar í dag, sum eg sjálvur havi gjørt í viku 42 í 2016?
 
Út frá teimum, ið svaraðu, so høvdu Tórshavnar og Hvalbiar kommunur nøkulunda somu reglur sum landið.
 
Ein kommuna hevur broytt mannagongd og ger sum landið. Ein er farin hálva leið og hevur sett 70 ára fráfaringaraldur í verk, fyri einstakar bólkar!
 
Eiðis og Sunda kommunur hava ongar reglur, og restin sigur 67 ár. Ella ger sum altíð.
 
T.v.s. smáar broytingar!
 
Gamalt er, at skal man viðfara fólk líka, mugu tey viðfarast ymiskt. Men skulu vit liva í einum rættvísum samfelag, mugu øll vera líka fyri lógum og kunngerðum.
 
Tað kann ikki vera rætt, at í einum landið, har sagt hevur verið í yvir 1.000 ár, at: ”Við lóg skal land  byggjast.”, at tað so skulu vera kommunumørkini ella innanhýsis reglar, ið skulu avgera hvussu fólk verða viðfarin.
 
Vísandi til viðmerkingina áður um at ” .. viðfara fólk líka ...”  so skal sigast, at summi fólk gott kundu hugsað sær at arbeitt longur og onnur bara bíða eftir at sleppa ”frá”. Men ymsar reglur gera hetta av.
 
Tað, ið eg tó haldi vera løgið við hesum er, at kommunustýrislimir o.o. kunnu góðtaka, at treytirnar eru so ymiskar!
 
Um fráfaringaraldurin skal vera høgur ella lágur er ikki snúningspunktið í løtuni, ella í hesari greinini, sjálvt um eg haldi, at tað einki ger, at hann er lágur, men tað sum umræður er, at hann er líka fyri øll alment sett!
 
Her er avgjørt nakað, ið Føroya Kommunufelag ella Føroya Arbeiðsgevarafelag eiga at fáa upp á pláss.