Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rehabilitering í Eysturoynni

Uml. 150 fólk komu til móttøkuna á Endurmenningarstovuni.

Mánadagin 12. mai bleiv skipað fyri móttøka á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í samband við, at rehabilitering er sett á stovn fyri eysturoyarøkið.

Hendan rehabilitering umfatar bæði endurvening, viðlíkahaldsvenjing og fyribyrgjandi venling.

Rehabiliteringin er komin í lag eftir at Lions Club Eysturoy saman við Heilafelagnum og Giktafelagnum skipaðu seg í ein Rebahiliteringsbólk, sum tók stig til at gera eitt álit, sum vísti á, hvørjir møguleikar funnust í økinum og hvussu teir kundi samskipast og víðkast fyri at kunna røkka eini fullfíggjaðari rehabiliteringsætlan.

Álit bleiv handað landsstýriskvinnuni í almannamálum í juli 2009 og hevur bólkurin í samstarvi við Almannaverkið og Røktarheimið arbeitt víðari fyri at røkka málinum.

M. a. hevur Lions Club Eysturoy saman við kommunum og vinnuvirkjun í økinum fingið til vega venjingartól, so skipanin kundi fara í gongd.

Á móttøkuni møttu eini 150 fólk. Har var tónleikur framførdur, sangir sungnir og røður hildnar av umboðum fyri landsstýrið, Røktarheimið, Almannaverkinum og LC Eysturoy.

Rehabiliteringin er nú farin at virka og hevur skipanin fingið heitið Endurmenningarstovan í Eysturoynni.

Endurmenningarstovan heldur til á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.