Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reiðarafelagið fyri Farmaskip: Okkum tørvar eina maritima strategi

Neyðugt er við greiðari ætlanum fyri maritima økið, soleiðis at góða gongdin innan føroyska handilsskipavinnu heldur fram og gerst ein nýggjur føroyskur kjarnuførleiki 

Her er eitt valynski frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, fleiri valynski kunnu lesast her

Føroyski handilsflotin er nógv vaksin, síðani lógin um Føroya Altjóða Skipaskrá varð dagførd. Avleidda virksemið av hesum sæst nú av álvara í føroyska samfelagnum, og fyri at halda fast við góðu gongdina eiga vit at hava eina meira skipaða tilgongd til maritima økið.

Í 2010 varð uppskot og tilmæli gjørt um ein sjóvinnupolitik. Endamálið við tí arbeiðnum var millum annað at orða eina visión fyri føroyska sjóvinnu. Visiónin, sum orðað varð, var “At føroysk sjóvinna í fríari altjóða kapping skapar avkast, framburð og vælferð, samstundis sum trygd, trivnaður og umhvørvi verða raðfest ovarlaga.”

Fleiri mál vórðu sett í tilmælinum, og onkur av hesum eru eisini uppfylt. Reiðarafelagið fyri Farmaskip metir tó, at góða gongdin ikki av sær sjálvum heldur fram, og at tíðin nú er komin til at gera eina yvirskipaða strategi fyri maritimu Føroyar.

Millum økini, sum Reiðarafelagið fyri Farmaskip metir tørv verða at varpa ljós á, eru hesi:

• Føroyar skulu fylgja altjóða reglum uttan at missa kappingarføri
• Føroyar skulu altíð veita dygdargóðar sjóvinnuútbúgvingar
• Føroyar skulu skapa nýggjar kjarnuførleikar úr nú avleidda virkseminum

Eitt av endamálunum við at hava eina greiða maritima strategi, sum bæði myndugleikar og vinna eru samd um, er at gera tað lættari og skjótari at virka í gerandisdegnum. Um rætt verður farið fram eru á henda hátt góðir møguleikar fyri bæði at fáa nýggjar fyritøkur hendavegin, at fáa føroyingar at útbúgva seg breiðari innan maritima øki og eisini at fáa útlendingar at velja at útbúgva seg í Føroyum. Millum annað áttu vit avgjørt at kunna bjóðað útbúgvingar innan shipping, logistik og líknandi í Føroyum.

Støðan í dag er á eini leið, og samstarvið millum vinnu og myndugleikar eisini. Hóast hetta verða nýggj mál og nýggjar støður bert tikin upp og viðgjørd, so hvørt tey koma, og eingin yvirskipað kós er stungin út í kortið. Tað ger, at ein maritim vinna ikki verður nóg væl kjølfest í føroyska vinnu- og útbúgvingarlandslagnum, og kann, um illa vil til, gleppa okkum av hondum aftur.

Tað er tí neyðugt, at eitt nýtt landsstýri fer undir at gera eina greiða maritima strategi saman við vinnu, útbúgvingarstovnum og øðrum myndugleikum.

Reiðarafelagið fyri Farmaskip
Jens Meinhard Rasmussen