Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tekniskt bar tað ikki til at nýta myndir frá kommununi, so vit taka eina eldri útgávu, tá tey ikki finna útav at senda okkum myndir.

Reisgigildi í nýggja Musikkskúlanum

Seinnapartin mikudagin var reisigildi í nýggja Musikkskúlanum við Landavegin. Borgarstjórin frøddist um, at nú fáa vit endiliga høvið at síggja, hvussu einastandandi Musikkskúlin fer at verða.

- Ongin okkara ivast í hvønn týdning, tónleikur hevur. Sagt er, at har orð ikki røkka, har talar tónleikurin. Tónleikurin rúmar okkara sál og allar okkara kenslur, hann er fyri øll, hann skapar samanhald og gevur styrki, hann er lekjandi.

- Ongin okkara ivast heldur, hvønn týdning tónleikurin hevur í Føroyum. At vit so leingi hava havt eina fantastiska undirvísingarskipan og eina rúgvu av eldsálum at røkja hesa skipan, hevur lutfalsliga sett Føroyar á tónlistaraliga heimskortið oftari enn fólkatalið tilskilar.

- Musikkskúlin hevur alið upp stór talent, men hevur samstundis havt ringvirkningar út í hvønn krók í landinum, har tónleikurin sprettir og livur í besta blóma.

- Men tað er ikki yvir at dylja, at skúlin leingi hekk í leysum lofti uttan veruliga fígging. Sitandi samgonga valdi at raðfesta skúlan ovarlaga, og tí var ein tann fyrsta uppgávan hjá samgonguni at finna fígging til skúlan.

- Og í dag hava vit reisigildi. Og nú lyfta vit okkara musikkskúlaskipan enn longur upp milum heimsins bestu.

- Og vit vóna saman við leiðaranum á Musikkskúlanum, at henda avgerð fer at vera til gleði og gagns fyri næmingar, lærarar, foreldur - ja, allar borgarar í høvuðstaðnum.

-
Nýggi skúlin fer at lata upp fyri framsóknum átøkum innan tónleikaundirvísing, sum avmarkaðu hølini í dag ikki klára, og skúlin fer heilt vist at hýsa nógvum kreativum virksemi.

- Eg havi nevnt einaferð fyrr, at heimsgitna sangarinnan Joni Mitchell einaferð segði, at tónleikur var flótandi arkitekturur. Her hava vit so høvið at síggja arkitektur og tónleik flóta saman og ganga uppí eina hægri eind.



- Eg fari at ynskja Húsavarðartænastuni tillukku og bestu eydnu við arbeiðnum, høvuðsráðgevin Kontrast, ráðgevararnar LBF, SMJ og HMP og allir undirveitarar - hjartaliga tillukku og bestu eydnu við arbeiðnum, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.