Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reka Anniku í føvningin á Poul

Annika Olsen, landsstýriskvinna hjá fólkaflokkinum, følir seg snýtta, tí hon hevur tikið undir við lógarbroytingum, sum skuldi skapa størri gjøgnumskygni, tá formaður skuldi veljast.

Annika Olsen, var sjálv við til at fremja lógarbroytingina, sum skuldi tryggja hetta, og spurdi eisini, um tað nú bar til at velja millum fleiri valevnir, og fekk játtandi svar.

Men nú vita øll, at hetta als ikki helt. Við einari atkvøðu í meiriluta, innstillaði ting- og landsstýrismanning floksins, Jørgen Niclasen, sum formann í flokkinum. Sostatt sleppur Annika Olsen, ikki at stilla upp í móti sørvinginum á aðalfundinum, sum gjørdi eitt minni gott val á løgtingsvalinum.

Jacob Vestergaard, lá eisini framvið, men hann sá skriftina á vegginum, men metir Anniku Olsen, sum sín kappingarneyta, og valdi tí Jørgen Niclasen, framum landsstýriskvinnuna í mentamálum, sum sanniliga eisini hevur verið kappingarneyti hansara um sessin, at stýra fiskivinnuni í Føroyum.

Ta ferðina tapti Annika Olsen, og fekk í staðin Innlendismálaráðið, og nú mentanina.

Tað er heilt greitt, at stríð er í fólkaflokkinum, og kanska er flokkurin eisini í fleiri bólkum. Annika Olsen verður mett at vera munandi meira broytingarhugað og liberal enn baklandið loyvir Jørgen Niclasen at vera, sum so sanniliga eisini er ein treyt fyri, at Jørgen Niclasen, slapp at verða sitandi.

Men støðan í fólkaflokkinum kann sanniliga enda við, at Annika Olsen, eins og Poul Michelsen, hevur fingið nokk av Fólkaflokkinum, sum rekur Anniku í føvningin á Framsókn.

Og so er spurningurin, hvussu langt fjúsið er hjá Vestergaard.