Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Revsa hjún, leggur upp til hjúnaskilnað

Tað er ikki rætt og rímiligt, at giftir pensjónistar skulu hava eina lægri inntøku, staðfestur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður í uppskoti Sjálvstýrisfloksins sum kemur til viðgerðar í tinginum í dag enn t.d. sambúgvandi pensjónistar. Tað er órættvíst og skal broytast!

Tíðindaskriv í samband uppskot til samtyktar

Tað er staðfest, at pensjónsviðurskiftini hjá giftum pensjónistum eru nógv truplari, enn um hesi vóru sambúgvandi, og hetta ynskir Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin at gera nakað við.

Hann hevur tíð lagt uppskot á ting, har Løgtingið heitir á landsstýri um at javnseta hjún við sambúgvandi.

Revsast sum hjún
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Kári P. Højgaard avgjørdur, at nógv hevur verið tosað um, at tað er órættvíst, at fólk, sum velja at liva saman í hjúnalagi, skulu revsast fíggjarliga og fáa eina lægri pensjón enn tey, sum eru sambúgvandi. Tað er somuleiðis ein samfelagsavbjóðing, tá vit hava eina pensjónsskipan, sum leggur upp til, at pensjónistar kunnu freistast til formliga at skiljast fyri fíggjarliga at fáa alt at hanga saman.

Stórur fyrimunur sum sambúgvandi
Eini hjún, sum ikki hava aðra inntøku enn fólkapensjón og samhaldsfasta, hava eina mánaðarliga inntøku eftir skatt á umleið 16.500 kr. (bæði tilsamans). Eitt sambúgvandi par uttan aðra inntøku enn fólkapensjón og samhaldsfasta hava eina mánaðarliga inntøku á 19.700 kr. (viðbót til ávísar pensjónistar íroknað). T.v.s. at sambúgvandi parið hevur eina mánaðarliga inntøku, ið er umleið 3.200 kr. hægri enn gifta parið. Skal rættast sum skjótast

Kári P. Højgaard, tingmaður er ikki nøgdur við støðuna, tí sum hann sigur, “eitt sambúgvandi par og eini hjún hava vanliga sama upphaldstørv, tí er tað ikki rætt og rímiligt, at giftu pensjónistarnir skulu hava eina so mikið lægri inntøku”.

Í grannalondum okkara er meginreglan, at gift og sambúgvandi eru javnsett. T.v.s., at gift og sambúgvandi fáa somu upphædd í fólkapensjón, meðan tey, sum búgva einsamøll, fáa eina pensjón, sum er hægri.

Tá talan er um veruligan mismun ella vanbýti, má feilurin rættast sum skjótast, sjálvt um talan verður um stóran meirkostnað, sigur Kári P. Højgaard í uppskoti Sjálvstýrisfloksins, sum kemur til viðgerðar á Føroya Løgtingi hósdagin.