Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Revsilógin viðgerast í Løgtinginum

Løgmaður hevur latið løgtinginum uppskot um at føroyska ein part av revsilógini. Samstundis verða nakrar dagføringar eisini gjørdar.

Hetta lógaruppskotið fevnir um at føroyska og dagføra kapittul 25 – 29 í revsilógini.
Hesir kapitlar snúgva seg um hesi brotsverk:

Kapittul 25: Brotsverk ímóti lívi og likami
Kapittul 26: Brotsverk ímóti persónliga frælsinum
Kapittul 27: Ónáðir og ærumeiðing
Kapittul 28: Fíggjarbrotsverk
Kapittul 29: Serligar ásetingar um løgfrøðiligar persónar

"Tað er av stórum týdningi, at vit fáa tillaga revsilógina til føroysk viðurskifti," heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Tað var á heysti í 2015, at Løgtingið heitti á landsstýrið um at fara undir at føroyska og dagføra revsilógina. Talan er um eitt sera umfatandi og tíðarkrevjandi arbeiði. Av somu orsøk verður arbeiðið gjørt í smærri pørtum.

Arbeiðið at føroyska alla revsilógina er væntandi liðugt í 2022.