Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ríðikappingar nýtt ferðavinnutilboð

- Samtyktin í býráðnum um at játta pening til lendis-, ríði- og varðagøtur og harvið skapa grundarlag undir fjølbroyttum ríðikappingum, er eitt einastandandi tilboð til føroyingar eins og vaksandi talið av vitjandi, sum kenna hesa ítrótt úr øðrum londum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Í mars mánaði var fundur hjá borgarstjóranum, har umboð fyri ríðifeløgini greiddu frá um lendisgøtur, ríði- og varðagøtur í haganum kring Tórshavnar bý og bygdirnar fyri vestan í kommununi. Kortskjal varð lagt fram, sum vísti gøtur í Hoyvíkshaga, Húsahaga, Flatnahaga, og í hagunum vestanfyri til Velbastaðar og Kirkjubøar. Kortið vísti støðuna á ymsu teinunum. 9,1 km av góðum gøtum, 17,5 km av gøtum, ið kravdu ábøtur og 2,1 km í uppskoti til nýggjar gøtur.

- Tosað varð um eitt nýtt slag av fjølbroyttum ríðikappingum – fleirkapping - ið eru væl umtóktar í grannalondunum, og um hvussu hetta kundi verðið eitt munagott íkast til ferðavinnutilboðini í býnum og øllum Føroyum. Ognarviðurskifti, brúksrættindi, viðlíkahaldsskyldur, kostnaður og fígging, og mangt annað um hetta, varð havt á máli. Avgerandi er, at eigarin av lendinum gevur loyvi, har sum kommunan ikki eigur, og at ferðslurættindi verða lýst á farleiðina, antin sum servituttur ella onnur avtala.

- Málið fekk so góða undirtøku, at fíggjarnevndin fyrst játtaði stóran part av peninginum, men stutt aftaná mælti umsitingin til at broyta samtyktina og játta alla upphæddina. Hetta varð einmælt samtykt í býráðnum 30. mai.

- Hetta er heilt einastandandi og er ikki bara eitt deiligt frítíðartilboð til okkara egnu borgarar, men eisini byrjanin til nøkur spennandi ferðavinnutilboð, sum okkum vantar í stóran mun, nú fremmandafólkið dagliga floymir inn í býin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.