Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ríkasti maður í kirkjugarðinum

Lisi A = listi teirra A-sosialu hevur at síggja til sum yvirordnað mál, at stuðla teimum ríku og vælbjargaðu, ið alt lívið stríðast fyri at kunna enda sínar dagar í kirkjugarðinum sum tey ríkastu. Lazarus ella Laura og Lars fingu molarnir, og ríkasti maðurin og hini ríku komu til læstar dyr. Peningurin verður sostatt til onga nyttu, tá endaliga uppgerðin verður gjørd.

Í A- lista høpi verða mest sum øll samfelagsvirðini latin teimum vælbjargaðu og teimum ríku, um tey annars eru asosial nokk. Hini fáa avlopið (molarnar..........................) og møguliga okkurt lítið aftrat. Nøkur meira enn hini, og so eru tað hini 1500 – mest kvinnur og børn – ið liva á hungursmarkinum, og har Annika hevur boðið hesum stakkals børnum kr. 9 pr. barn pr. dag. Hetta er næstan ein brotsgerð móti okkara smáu, sum eru púra ósek í støðuni, men ríkasti maður á kirkjugarðinum krevur sítt. So her kann onki latast, sum ger mun..

Tey asosialu hava og hava havt avgerandi ávirkan á skeivu inntøkugongdini og venda konsekvent reyv til tey lægstløntu, og til fólk á fátækramarkinum.

Land og sjógvur skulu privatiserast. Og tey asosialu skulu eiga meginpartin ella alt. Verður olja funnin, so skulu teir ptivatu, ið hoyra heima í A-harkalinum fáa hana at umsita. Og bílig arbeiðsmegi (nútímans utlendskir trælir og trælkvinnur) verður keypt til at virka á sjógvi og landi. Føroylandssynir og -døtir mugu í onnur lond fyri at yvirliva. Alternativið er, at vanligi føroyingurin longu í dag fyrireikar eitt totalstop av Lista A ætlanum, og at kravið verður, at landið, at havið og øll vinnan verður verðandi á fólksins hondum, at alt arbeiði verður fyri og til føroyingar í Føroyum, og at fremmand arbeiðsmegi – um hon er neyðug – skal arbeiði eftir somu korum sum føroyingar gera. Og viðtaka, at tey ella teir, ið bróta viðtøkurnar fáa harða revsing.

Søguliga sæð kundi nógv verið at tikið fram, sum vísir kjarnina í bulinum á tí asosiala vøkstrinum, men lat meg á hesum sinni bert nevna nøkur fá:

Harða stríðið móti arbeiðsfólki í streiku.

0g tað sama móti vanligum fiskimonnum í streiku.

Stríðið móti javnstøðu.

Stríðið móti barnagørðum

Fíggjarsvikini kunnu bíðja til eina aðru ferð.

Og so er tað stavnamaðurin, sum fær eina glóð – tá tann tíð verður – við boðum um at byrja fyri seg sjálvan. Hansara fanansskapur er so umfatandi, at hann má bíða nakað enn.

Essensurin er, at øll sosial eiga at halda seg longst møguligt burtur frá fólkaflokkinum bæði nú og til valið og eisini eftir valið.

Teir mugu steðgast, og vit kunnu steðga teimum um vit standa saman. Lat okkum gera tað

Dagfinnur Danbjørg.