Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ríkisfelagsskapurin er í stríði við seg sjálvan

Ein týðandi partur av okkara framtíð verður evnaður til uttan fyri landoddarnar ella í samstarvi og samskifti okkara við umheimin. Framsókn leggur tí stóran dent á, at vit føroyingar skulu umboða okkum sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur.

Vit skulu hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkum sum eitt virkið, dugnaligt og ábyrgdarfult fólk.

Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið við Danmark uttanríkispolitisk mál. Vit hava heilt einfalt ikki samanfallandi tjóðskaparlig ella búskaparlig áhugamál. Vit ásanna, at ríkisfelagsskapurin ikki er eitt tíðarhóskandi grundarlag at byggja nakað framtíðar samstarv við danir á. Tí er ein uppgerð avgerandi neyðug. Tá hon er framd, er ríkisfelagsskapurin, sum er grundaður á ójavna, ikki til longur.

Føroyar og Danmark fara eisini at samstarva í framtíðini. Men uttan mun til, hvønn vit fara at samstarva við, og hvussu hesi samstørv verða, so fara vit at fremja tey sum ein sjálvstøðug tjóð við fullari ábyrgd fyri okkum sjálvum og mótvegis teimum, sum vit samstarva við.

Broyttan hugburð á Fólkatingi
Vit góðtaka ikki arbeiðis- og avrikshugburðin hjá teimum, sum higartil hava sitið á Fólkatingi. Vit halda, at tað er beinleiðis snópisligt, tá føroyskir politiskir flokkar og ávísar føroyskar verkætlanir verða fíggjað av donsku fíggjarlógini. 

Fyrsta politiska gerðin hjá teimum, sum hava umboðað Føroya fólk, hevur verið at binda seg til at styðja ein reyðan ella bláan blokk. Tey seinnu árini hava vit eisini sæð, at føroysk og grønlendsk umboð hava kastað saman í eina felags søk.

Okkara Fólkatingsumboðan snýr seg ikki um at velja millum ein bláan ella ein reyðan blokk ella at leggja okkum út í, hvussu grønlendingar fata ríkisfelagsskapin. Fyri Framsókn er tað avgerandi, at vit burturav hava fokus á, hvussu vit tryggja, at okkara virkisgrundarlag í alheiminum ikki verður avmarkað av ríkisfelagsskapinum. Vit skulu miðvíst gera vart við og bróta niður allar forðingar púra óheft av, hvat danska stjórnin ella danskir og grønlendskir politikkarar halda og gera.

Vit viðurkenna, at Fólkatingið er eitt parlamentarisk ting, og vit fara tí at arbeiða eftir teimum parlamentarisku reglum, sum har eru galdandi - vitandi um, at Fólkatingið regluliga viðger viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar, og tekur avgerðir um tey. Vit fara tí at brúka okkara ávirkan og atkvøðurætt, soleiðis at vit fáa sum allarmest burtur úr.

Nei til ES-limaskap gjøgnum bakdyrnar
Øll vita, at danir støðugt lata størri og størri part av sínum ræðisrætti til ES. Avleiðingin er, at Europasamveldið sum frálíður fer at gera av, hvat Danmark sleppur og ikki sleppur í ríkisrættarliga høpinum. Hetta hava vit longu sæð í makrelmálinum, og vit vita, at hetta bara er byrjanin. Ríkisfelagsskapurin er í stríði við seg sjálvan. Tí mugu vit føroyingar vakna og ásanna, at veruleikin hevur yvirhálað almennu fatanina av, hvat sonevndi felagsskapurin megnar og ber í sær!

Føroyingar vilja hava samhandil við ES, men ikki ES-limaskap. Hetta vita okkara núverandi fólkatingsumboð væl. Men ístaðin fyri virða hesa støðuna síggja vit tey dag og dagliga í greinum og bóklingum (sum eru fíggjað av Fólkatinginum) bera fram propagandu fyri, at Føroyar skulu gerast partur av Samveldinum.

Hetta vilja vit í Framsókn ikki, og vit fara at gera alt tað, sum stendur í okkara makt fyri, at hetta ikki hendir. Hetta gera vit, tí at vit eru sannførd um, at føroyskur limaskapur í ES sum partur av Danmark fer at forkoma okkum sum eitt virkið, sjálvshugsandi og egið fólk. Tað er ikki nóg mikið, at vit bara metta okkum búkin. Tað er føroyska sálin, sum eigur alt lív og allan vøkstur í Føroyum.

Meira av tí sama?

Vit halda, at tíðin er komin til broyta føroysku siðvenjuna í politiska arbeiðinum á Fólkatingi. Vit fara at tveita undirbrotligheitina burtur og í staðin geva stoltleikanum og sjálvsvirðingini rúmd. 

Í teirri sannføring, at Framsókn kann gera neyðuga munin, biðja vit um undirtøku frá Føroya fólki til at sleppa at umboða tað á Fólkatingi.

Poul Michelsen
formaður í Framsókn