Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ríkisfelagsskapurin er verdur at verja

Nú stendur aftur eitt fólkatingsval fyri durðum og Føroya fólk skal aftur velja síni 2 umboð í Fólkatingið.

Eg havi spurt meg sjálvan um tað veruliga er so galið við okkara Ríkisfelagsskapi sum loysingarflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin, Framsókn, Miðflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldi vilja gera tað til.

Er Ríkisfelagsskapurin so herviligur – hví stillað teir so upp til fólkatingsval? Hví so altráðir at sleppa á Christiansborg? 

Vit hava ikki brúk fyri loysingarflokkunum har - ongin orsøk er at fara á fólkating at reka loysingarpolitikk og spjaðingarpolitikk.

Tí er Sambandsfloksins umboð einasta rættað val til at umboða áhugamál Føroya og føringa á Christiansborg.

Vit vilja virkað fyri áhaldandi góðum uppbyggjandi samstarvi millum londini í ríkinum.

Vit vilja tryggja føringum bestu sømdir innan Ríkisfelagsskapin og harvið eisini í ES høpi.

Vit vilja áhaldandi verja vunnin rættindi í Ríkisfelagsskapinum.

Vit vilja menna felagskapin heldur enn bróta niður.

Vit hava jú nærum allar teir fyrimunir, sum hugsast kunnu.

Vit eru partur av einum av heimsins mest demokratiska ríki.

Vit hava alt tað, sum eitt nýmótans, framkomið samfelag hevur - umframt alt tað, sum nógv onnur kundu hugsað sær, m.a. takkað verið hesum felagskapi.

At kalla danir imperialistar og koloniharrar soleiðis sum tjóðveldismenn føra fram, er burturvið í mínum hugaheimi.

Eitt er vist – hesin felagsskapur hevur nógv fleiri fyrimunir enn vansar við sær um hetta verður gjørt upp.

Eitthvørt hjúnalag hevur ósemjur og soleiðis er eisini við hesum ”hjúnalagnum”, men trupulleikarnir eru til at loysa við skilagóðum konstruktivum samskifti partanna millum.

Sambandsflokkurin vil virka fyri hesum á Fólkatingi.

Set krossin við lista B ella eitt av valevnum floksins, tað gagnar tær.

Johan Dahl, landsstýrismaður
Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið