Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ríkisveitingin í Fólkatingið kl 12.00

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Á middegi fer Fólkatingið at hava 1. viðgerð av uppskotinum um Ríkisveiting til Føroya fyri 2012.

Uppskot er lagt fyri Fólkatingið um eina Ríkisveiting á 615,5 mió. kr., men Landsstýrið hevur boðað frá, at tað ynskir samrøður við stjórnina í Keypmannahavn um at fáa prístalsviðgerðina at virka aftur.

- At strika prístalsviðgerðina var ein skeiv avgerð, ið táverandi fullveldislandsstýri tók. Skeiva avgerðin eigur at verða rættað til 2012, sigur fólkatingsmaðurin Edmund Joensen, ið umboðar Sambandsflokkin á Christiansborg.

Viðgerðin av uppskotinum um Ríkisveitingina byrjar á slagnum kl. 12.00. Talan verður ivaleyst um eina stutta viðgerð.** Sent verður beinleiðis úr fólkatingssalinum á hesi slóð:

http://www.ft.dk/webtv/video/20111/salen/19.aspx