Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari fyri FarGen, løgmaður og John F. Lauerman, Bloomberg News.

Risa møguleikar í ílegugransking í Føroyum

Útreiðslur til heilsutænastur eru vaksandi, og er hetta ein stór avbjóðing fyri Føroyar og flest øll lond. Íleguvitan verður mett at vera eitt boð uppá at byrgja upp fyri hesi gongd. Tí íleguvitan kann betra um viðgerðir og gevur betri møguleika fyri at fyribyrgja.

Stórir møguleikar eru í ílegugransking í Føroyum. FarGen verkætlanin fór í gongd í 2008. Málið við verkætlanini er at fara undir at lesa ílegur hjá føroyingum og savna hesa vitan. Visjónin er at byggja upp ein heilsugranskingargrunn, sum kann verða eitt amboð í mun til fyribyrging og at veita betri viðgerð.

Íleggjarar, serfrøðingar og miðlar hava víst stóran áhuga fyri ílegugransking í Føroyum, og í vikuni hevur tíðindamaður frá amerikanska tíðindasamtakinum, Bloomberg News í Føroyum fyri at skriva grein um ílegugransking í Føroyum.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: ”Føroyar eru serstakar í mun til gransking í legum, og vit eiga at gagnnýta okkara serstøku støðu. Føroyar kunnu gerast ein depil fyri ílegugransking. Nýggj arbeiðspláss kunnu skapast, og vit fáa eitt betri og bíligari heilsuverk.”