Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kristjan Magnussen og Oddmar Danielsen liggja á odda í parauppgerðini.

Robert Langgaard lagt seg á odda

Eysuroyarliðið hjá Robert Langgaard og suðoyarliðið hjá Óla Holm hava lagt seg á odda í FM fyri lið.

Fyrstu trý umførini í FM fyri lið vóru spæld leygardagin. Liðini spældu tríggjar dystir hvør. Spælt var eftir nýggju stigatalvuni, har størsti sigurin er 20-0. Liðið hjá Robert Langgaard (Jaspur Langgaard, Reimund Langgaard, Marner Joensen, Árni M. Dam) skoraðu 53,51 fyri teir tríggjar dystirnar. Liðið hjá Óla Holm (Dia Poulsen, Jákup Hjaltalin, Hans Jacob Petersen) hava 50,04 eftir fyrstu trý umførini. Nummar 3 er liðið hjá Øssur Winthereig (Helgi Arntórsson, Eyðun Jensen, Niels E. Nielsen) Í alt eru 11 lið við í FM-kappingini og skulu sostatt spælast 10 dystir, áðrenn fýra tey fremst spæla A-finalu og hini B-finalu.

Í multilið liggja Kristjan Magnussen og Oddmar Danielsen á odda og Marner Joensen og Árni M. Dam eru nummar tvey.