Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røða: At liva við havinum er bæði dýrabart og vandafult

Løgmaður hevur seinnapartin flutt fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólátnu á Vinnuháskúlanum í Havn.

Røðan kann lesast niðanfyri:  

Góðan dagin øll somul!

Fyri nøkrum fáum døgum síðani varð eg spurdur, um eg ikki helt, at tíðin var farin frá Allahalgannadegi?

Mítt svar var stutt og greitt.

Nei.

Tí tað sømir seg fyri eina siglandi tjóð at halda fast í henda dag.

Tíðin er avgjørt ikki farin frá minningardegi teirra sjólátnu.

Tí vil eg takka Vinnuháskúlanum fyri at veita okkum innivist og Sjómansmissiónini fyri at skipa so væl fyri á hvørjum ári .

***

Eg havi altíð hildið, at hesin dagurin sigur nógv um okkara land. Um samanhaldið millum fólk okkara. At tá ið á stendur, og sorgin og deyðin vitja, tá hyggja vit ikki burtur. Vit standa saman við teimum, sum hava mist, og vísa teimum virðing og stuðul.

Hetta eru heilt serligir eginleikar og vísir eina styrki í okkara fólki.

***

Tað eru í ár 70 ár, síðani vit fyrstu ferð hildu minningarhald teirra sjólátnu á allahalgannadegi, tann 1. november.

Minningardagurin kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga, sum bart út er ein skakandi táttur í okkara siglingarsøgu. Ein sorgarsøga av teimum stóru.

Hóast vit ikki beinleiðis vóru við í krígnum, so var okkara land týðiliga merkt av hesum ræðuleikum. Sjómenn okkara sigldu vandasjógv til frama fyri land og fólk. Í landsins tænastu. Tí tað var neyðugt at sigla fyri at breyðføða fólkið og skapa liviligari kor í landinum.

Í tølum kunnu vit síggja teir sorgarleikir, sum fóru fram her hjá okkum og kring heimin, tá ið allur heimurin var í bardaga. Hetta eru ræðandi tilburðir og tøl. Í alt 213 føroyingar doyðu í vandasigling, og eftir sótu nógvar ungar einkjur og faðirleys børn.

Sorgina í mongum heimum í Føroyum kunnu vit kortini ikki gera upp í tølum. Sorgin er eisini trupul at seta orð á. Svári missurin, sum nógvir av landsmonnum okkara og teirra avvarðandi hava kent av øllum tí, sum fór fram undir krígnum, hevur verið stórur. Sárini á sálina kunnu vit heldur ikki gera upp í tølum.

***

Nú byrjaði eg mína røðu við at svara spurninginum, um tíðin ikki var farin frá Allahalgannadegi.
Kanska fekk eg hendan spurningin, nú vit kunnu takka fyri, at eingin føroyingur er farin í sínum yrki á sjónum seinasta árið? Kanska var tað tí, at skipini eru blivin nógv tryggari og góðu samskiftismøguleikarnir taka broddin av okkara størsta ótta og stúran. Ella kom spurningurin, tí gerandisdagurin er so nógv broyttur og túrarnir til sjós munandi styttir?
Í roynd og veru er tað líka mikið.  

Tíðin er avgjørt ikki farin frá minningardegi teirra sjólátnu.

Við røskum, væl útbúnum sjófólki og góðum, tryggum skipum fegnast vit, tá farið loysir frá landi og setur kós út í havsbrúnna. Slíkt leggur støði undir ein fjølbroyttan føroyskan búskap. Men ongantíð er hetta vandaleyst, og ongantíð uttan ótta. Havið er og verður ein góður tænari, men havið kann eisini vera ein kargur og óunniligur harri.

At liva av havinum og við havinum er dýrabart, men vandafult.

Samstundis sum sjógvurin føðir føroyingar nær og fjarð, krevur sjógvurin eisini sítt. Onkuntíð heilar manningar, sum ganga burtur. Onkuntíð einstaklingar. Onkuntíð í illveðri á opnum havi, men viðhvørt í silvitni og logn í tryggari havn.

Tað er mín vón, at vit vísa hesum minningardegi størstu virðing og sóma, sum tað sømir seg eini siglandi tjóð – tað veri seg í fiskivinnu, oljuvinnu ella aðrari vinnu. Føroyar fara altíð at hava havið sum sín nærmasta granna.

Árið í ár er eitt hendingaár, og vit kunnu takka Harranum fyri, at eingin er sjólætin síðani vit seinast vóru savnaði her. Tí fara vit ikki í dag at nevna nøvn, men vit reisa okkum og minnast í tøgn tey, ið á ymsan hátt ikki bóru boð aftur í bý.

Takk.

Bárður á Steig Nielsen
løgmaður