Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røða: Svimjarar eru ein fyrimynd fyri okkara ungdóm – okkum øll

Røða: Føroysk svimjing hevur seinastu mongu árini tikið risa fet framá, heldur løgmaður.
Við røttum hugburði og hørðum arbeiði kunnu øll mál røkkast - ikki bara ítrótti, men í øllum lívsins viðurskiftum. Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað, tá ið hann seint seinnapartin setti FM meistarastevnuna í svimjing á stuttgeil 2017.

"Føroysk svimjing hevur seinastu mongu árini tikið risa fet framá. Vit síggja ferð eftir ferð, at tað at røkka stórum úrslitum ikki er ein spurningur, um hvussu stór tjóðin er. Tað er fyrst og fremst ein spurningur um hugburðin hjá einstaka ítróttarfólkinum. Tað hava tit svimjarar prógvað ferð eftir ferð. At gerast ein góður svimjari krevur harða venjing dag og dagliga, góðan sjálvsaga, treiskni, treysti og ikki minst hug og vilja", vísti løgmaður millum annað á í røðu síni.

Lesið røðu løgmans her: http://cdn.lms.fo/media/9404/svimjing.pdf