Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Róin avloysir Angeliku

Angelika Nielsen fær ikki verið við til 100 ára hátíðarhaldið á Listasavninum á Sandi Hvítusunnudag, tí kemur Róin Siggertsson í hennara stað.

Í sambandi við at Sofus Olsen í desember hevði verið 100 ár, verður skipað fyri stórum listardegi og hátíðarhaldi á Listasavninum á Sandi. Æltanin var, at Angelika Nielsen skuldi vera millum tey, ið framførdu. Men nú kemur sangarin og klaverleikarin úr Vestmanna Róin Siggertsson ístaðin.

Róin hevur virkað sum tónleikari í Danmark í nógv ár, bæði sum solistur undir navninum Rowan, og sum partur av bólkunum The Bait og Monkeyrat. Við jøvnum millumbilum hevur Róin vitja heima og framført á eitt nú onkrari ólavsøkukonsert.

Seinastu tíðina hevur Róin verið í Vestmanna, har hann hevur arbeitt við sínum tónleiki, men hetta verður síðsta framførslan í hesum umfarinum, tí Róin fer í næstu viku aftur til Danmarkar. Listasavnið er sera fegið um, at kunna bjóða sínum gestum henda gjøgnumført musikalska sangskrivara, sangara og tónleikara.

Umframt Róin er eitt nú upplestur, frásagnir, gongutúrur, matur, listaframsýning, endurminningar, gittarspæl, filmar og matur á skránni:

Skrá sunnudagin 8. juni.

14.30 Súsan Í Jákupsstovu bjóðar vælkomin.

- Gunnar Hoydal greiðir frá um Sofus og javnaldrar hansara.** - Ólavur Jakobsen spælir solo gittar.

15.15 Steðgur.

15.30 Niels Uni Dam lesur úr endurminningum Sofusar.

- Róin Siggertsson framførir.

- Sunleif Rasmussen - "Nýggja Symfoniin" Sunleif Rasmussen greiðir frá og spælir brot.

16.45 Gongutúrur á bókasavnið. Michael Olsen greiðir frá á vegnum.

- Framsýningin Relikvium hjá Edward Fuglø letur upp.

- Karin Kjølbro setir framsýningina.

- Ólavur Jakobsen spælir solo gittar.

17.50 Løtt máltíð frá Lauru

18.30 Filmarnir um Sofus verða vístir á Listasavninum.

Bátur fer av Gomlurætt kl.13.15. Bussur er úr Skopun 13.45 og til Skopunar 18.30 og 20.15.

Bert 50 atgongumerki eru til hátíðarhaldi, men enn eru pláss eftir til tiltakið.

Atgongumerkið kostar kr. 250. íroknað er ábit í steðginum og lætta máltíðin frá Lauru.

Tryggja tær atgongumerki á tlf. 211924