Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rok í kirkjuráðnum

Perla: Týskvøldið var rokfundur í Kirkjuráðnum í Klaksvík. Hesaferð skuldi Niels Paula Danielsen, sóknarprestur eisini viðgerast, sum mátti hava hjálp frá Prestafelagnum. Beint áðrenn fundin komu boð um, at NPD ikki skuldi undir øksina kortini...Greinin varð prentað í blaðnum fríggjadagin 8. desember 2006.

Oyggjatíðindi hevur sett formanninum í Kirkjuráðnum í Klaksvík, Jørgin Ellingsgaard, nakrar viðkomandi skrivligar spurningar í samband við satt rok í kirkjuráðnum í kjalarvørrinum av grein her í blaðnum seinasta fríggjadag.

Tá ið Joen Jacob Hansen, fylti 75 ár, keypti tú, uttan fyrst at fáa góðkenning frá Kirkjuráðnum, málning til hansara fyri kr. 5.800,00, vælvitandi um, at gávur av slíkum slagi plaga at kosta millum kr. 300-500,00.

Betala málning úr egnum lumma

- Kanst tú siga kirkju-fólkinum í Klaksvík og váttað, at Joen Jacob Hansen, limur í kirkju-ráðnum í nógv ár, aftaná avdúking í blaðnum 1. desember, nú hevur kravt at betala gávumálningin úr egnum lumma?

Og hevur Kirkjuráðið eftirlíka hesum?

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík frá, hví Joen Jacob Hansen, skuldi hava størri og dýrari gávu enn vanligt er at geva til persón á hátíðardegi?

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík, hví Kirkjuráðið ikki var til staðar, tá ið Hans Eiler Hammer helt fráfaringarguðstænastu sína?

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík, hví Kirkjuráðið ikki skipaði fyri samkomu við kaffi og smákøkum, tá ið Hans Eiler Hammer fór úr starvinum?

Noktaði at bóka privata uttanlandaferð** Kanst tú geva kirkjufólkinum í Klaksvík eina sakliga orsøk fyri, at tú arbeiddi í móti, at klaksvíkingurin, Øssur Kjølbro, fekk starvið, sum prestur í Klaksvík?

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík, um tað er rætt, at pápin hjá Øssur, Finn Kjølbro, hevur verið bókhaldari á virki tínum, og hevur noktað at bóka privatar uttanlandaferðir undir virksemi hjá virkinum, og at hetta skal vera orsøkin til, at tú ikki vildi hava sonin, sum prest?

Kirkjuráðsformaðurin á møti í Betesda** Vanliga rakar tað hvørki meg ella fólk í Klaksvík, um ein maður/kvinna følir kittl í hjartanum av kærleika og elle gyrnd, men tá formaðurin í Kirkjuráðnum í Klaksvík følir trongd til at fara á møti í Betesda, fær spurningurin almennan áhuga:

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík, hví tú, sum formaður í Kirkjuráðnum, er farin at ganga á møti í Betesda?

Skilir tú, at fólk, sum hava valt teg í Kirkjuráðið, standa spyrjandi við kravi um svar til Betesda-spurningin?

Túrurin komin til Niels Paula Danielsen

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík um rokfund í Kirkjuráðnum týskvøldið, 5. desember?

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík nærri frá heksajaktini hjá tykkum í móti Niels Paula Danielsen, sóknarpresti, sum tit hava lagt undir líkt og ólíkt?

Er tað rætt skilt, at NPD er tann næsti, sum skal rekast úr starvinum?

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík, hví tað var neyðugt, at Prestafelagið kom á rokfundin í Kirkjuráðnum týskvøldið, at stuðla NPD í móti ákærum tykkara?

Kanst tú siga kirkjufólkinum í Klaksvík, um hetta er framhaldandi liður í eini útreinsan av óynsktum prestum?

Her á blaðnum kunnu vit tó bara staðfesta, at formaðurin í kirkjuráðnum, Jørgen Ellingsgaard, ikki hevur ynskt at luttaka í viðgerðini av tí almenna starvinum, hann annars er valdur at umsita av kirkjufólkinum.

Hann hevur í hvussu so er ikki ynskt at svara spurningunum frá blaðnum.