Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ROTTUHUNDURIN AYLA HEIMSTAÐ Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Fyri umleið tveimum árum síðan varð hundurin Ayla keyptur til Føroya at tevja og finna rottu á útoyggj. Hetta kom í serliga eftir, at rotta hótti drunnhvítastovnin í Nólsoy.

Fyri kortum var ivasamt, um rottuhundinum varð lív lagað, men nú hevur Ayla fingið heimstað í Tórshavnar kommunu. Tað upplýsir Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Tórshavnar kommuna hevur nevniliga yvirtikið ábyrgdina av hundinum og funnið honum eitt heim. Tað verður Nina Brockie Hansen, hundavenjari, sum kemur bæði at hava og venja hann.

Rottuhundurin kemur sostatt framhaldandi at verða partur av rottutilbúgvingini í Nólsoy, men fer eisini at fevna um Hest og Koltur. Umframt vanliga fyribyrging við rottutunlum og bitsneisum, verður hundurin brúktur til atkiva leiting eftir møguligum rottubølum. Tá ið rottubølini eru funnin, verður eitur lagt út.

Í fjør varð Nólsoy tilnevnd serstakt Ramsar-øki. Tórshavnar kommuna fekk í hesum sambandi heiðursskjal. Ramsar sáttmálin er millumlanda sáttmáli, ið setur krøv til, hvussu vit skynsamiliga fara fram, tá talan er um at verja og gera brúk av tí tilfeingi, sum Ramsar-økini hava.

Rottuhundurin Ayla er ein liður í hesum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fegnast um, at útoyggjarnar í kommununi eru fevndar av rottutilbúgving við hundi.

Borgarstjórin hevur í dag latið Aylu til nýggju familjuna, sum skal hava og venja hundin. Í hundalandinum úti í Havnardali handaði borgarstjórin Aylu til Ninu Brockie Hansen. Til staðar vóru eisini Bergur Olsen frá Fuglafrøðifelagnum og Janus Hansen frá landdjóradeildini á Søvnum landsins.