Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Royna fyrst at klára seg við gjaldsskáa

Fleiri fyritøkur í Føroyum biðja bankarnar um gjaldsskáar, meðan coronaskipanirnar hjá Vækstfonden og EKF eru lítið brúktar higartil.

Vinnuhúsið:

Hóast corona-skipanirnar hjá danska Vækstfonden og EKF Danmarks Eksportkredit eisini fevna um føroyskar fyritøkur, eru hesar skipanir higartil lítið brúktar í Føroyum.
 
Bæði BankNordik og Betri Banki siga, at tey bert hava brúkt skipanirnar í sera fáum førum.
 
Hjá BankNordik hava tey bara í einum føri brúkt coronaskipanina hjá Vækstfonden. Og tá talan er um EKF, er eisini bert talan um eina ferð. Hetta er til fyritøkur innan ferðavinnu og fiskivinnu.
 
Hjá Betri Banka siga tey, at umleið fimm fyritøkur í teirra kundaskara eru fevndar av coronaskipanunum hjá Vækstfonden og EKF. Talan er um fyritøkur innan ferðavinnuna.
 
Suðuroyar Sparikassi og Norðoya Sparikassi hava higartil ikki brúkt donsku skipanirnar til sínar kundar.
 
Vækstfonden

Í stuttum fevnir coronaskipanin hjá Vækstfonden um at virksemið er víðkað til eisini at veita veðhald til fyritøkur, ið eru hart raktar av corona-tiltøkunum. Víðkaða skipanin skal gera tað lættari hjá raktu fyritøkunum at fáa nýggj lán ella rakstrarkreditt frá peningastovninum, tí Vækstfonden veðheldur fyri 70% av láninum ella kredittinum.
 
Fyritøkur kunnu tó ikki sjálvar venda sær til Vækstfonden. Tær skulu venda sær til sín banka, sum so biður Vækstfonden um at veita veðhald fyri lán, sum bankin veitir fyritøkuni.
 
EKF
EKF veitir veðhald fyri gjaldførislán til útflutningsfyritøkur, sum eru raktar av corona-átøkunum. EKF veðheldur fyri 80% av møguligum tapi, sum bankin fær av at veita gjaldførislán til lítlar ella miðalstórar útflutningsfyritøkur, og 70% fyri stórar fyritøkur. Endamálið er at gera tað lættari hjá útflutningsfyritøkum, sum hava trupulleikar við gjaldførinum, at fáa lán frá einum fíggingarstovni.
 
Treytin fyri at fáa veðhald fyri gjaldførislán er m.a., at fyritøkan skal hava mist ella vera í vanda fyri at missa í minsta lagi 30% av søluni orsakað av COVID-19. Sum útflutningur verður eisini roknað søla til aðrar útflutningsfyritøkur og til útlendsk ferðafólk.
 
Eins og við Vækstfonden kunnu fyritøkur ikki sjálvar venda sær til EKF. Hetta skal gerast gjøgnum egnan banka, sum síðan setir seg í samband við EKF.
 
Egnar loysnir
Ístaðin fyri at brúka EKF og Vækstfonden sær tað út til, at tær meira ”heimligu” loysnirnar verða brúktar í fyrstu atløgu. Bankarnir hava bjóðað vinnukundum sínum gjaldsskáar og gjaldførishjálp.
 
Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka, sigur at tey sum banki í flestu førum megna at nøkta tørvin hjá kundunum uttan hjálp frá EKF og Vækstfonden.
 
- Nógvir vinnukundar hava fingið skáar og gjaldførishjálp. Hjá okkum er talan um gott 100 vinnukundar, sum hava fingið skáar og gjaldførishjálp, sigur Olav Guttesen.
 
Hjá Bank Nordik hava tey eisini fingið rættiliga nógvar fyrispurningar um avdráttarskáar og gjaldførishjálp.
 
- Umleið 30-35 vinnukundar hava spurt um avdráttarskáar og at útseta lánsgjøld. Flestu teirra hava fingið játtandi svar. Umleið 15-25 vinnukundar hava biðið um gjaldførishjálp, og eisini her hava teir flestu fingið játtandi svar, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik.
 
Binda um heilan fingur
Suðuroyar Sparikassi hevur eisini veitt vinnukundum skáar. Tá coronakreppan tók seg upp, setti bankin seg í samband við fleiri av vinnukundunum fyri at vita, hvussu gekk og um tey høvdu tørv á hjálp. Og nakrir av kundunum hava biðið um skáar, sigur Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
 
Í Norðoya Sparikassa hava nakrir heilt fáir kundar fingið gjaldsskáar. Marner Mortensen, stjóri, heldur at vinnukundarnir hjá teimum hava rímiliga gott gjaldføri, men summir vilja tryggja sær, at teir kunnu fáa ein skáa, gerst tað neyðugt. Alt er óvist enn, og tað kann koma upp á tal at brúka skipanina hjá eitt nú Vækstfonden, um støðan broytist til tað verra. Men í løtuni síggja vit tíðina ann, sigur Marner Mortensen.
 
Júst hetta, at fyritøkur vilja binda um heilan fingur og tryggja sær gjaldsskáar, hevur verið ein generellur tendensur gjøgnum corona-tíðina.
 
Fleiri fyritøkur hava fingið gjaldsskáar uttan at hava brúk fyri tí kortini. Alt var so óvist, tá corona byrjaði, og fyritøkurnar vildu tryggja seg, um tær skuldu fingið trupulleikar við gjaldførinum, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka.
 
Kanska seinni
Versnar støðan í føroyska vinnulívinum, so fara skipanirnar hjá Vækstfonden og EKF helst at verða meira brúktar, serliga til fiskivinnuna og ferðavinnuna, væntar Árni Ellefsen, stjóri í Bank Nordik.
 
- Í fyrstu atløgu royna fyritøkurnar at klára seg við gjaldsskáum. Men lata marknaðirnir ikki upp næstu mánaðirnar, so fara vit at brúka EKF og Vækstfonden meira, sigur hann.
 
Eisini er sannlíkt at ferðavinnufyritøkur fáa størri gjaldføristørv í summar og tíðliga í heyst, tá háárstíðin eigur at vera. Í løtuni bíðar ferðavinnan eftir, hvussu hjálparpakkin fer at síggja út. Tá avkláring kemur upp á hjálparpakkan, væntar BankNordik at fáa fleiri fyrispurningar úr ferðavinnuni.
 
Eisini stjórin í Betri Banka sær fyri sær, at størri tørvur kann gerast á skipanunum hjá Vækstfonden og EKF seinni í ár. Bæði innan fiskivinnuna og ferðavinnuna.
 
Summar ferðavinnufyritøkur hava slettis onga sølu í løtuni, og tað var jú nú, at pengarnir skuldu koma í kassan. Hjá fiskivinnuni eru prísirnir lækkaðir, fraktkostnaðurin øktur, og tað hevur verið trupult at sleppa av við fiskin. Heldur hendan gongdin fram, so er sannlíkt at vit fara at brúka EKF og Vækstfonden meira, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka.