Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Royndarverkætlan við BPA – ávirkan á egnan gerandisdag

Landsstýriskvinna í almannamálum Annika Olsen hevur avgjørt, at Almannaverkið í heyst skal royndarkoyra eina BPA- skipan í Føroyum.

Mær dámar sera væl konseptið við BPA - serliga tí skipanin í størri mun enn núverandi stuðulsskipan byggir á tankan um tað persónliga frælsið hjá einstaka borgaranum og at borgarin - hóast serliga avbjóðing - eisini fær møguleika til at taka ábyrgd av at skipa tænastuna, sigur Annika Olsen landsstýriskvinna.

Tað, sum eyðkennir eina borgarastýrda persónliga atstøðis-skipan (stytt BPA) í mun til vanligu stuðulstænastuna er, at borgarin í størri mun sjálvur stendur við róðrið og kemur at virka, sum arbeiðsleiðari hjá stuðlinum. Borgarin velur sjálvur, hvør stuðulin verður og hvussu játtaðu stuðulstímarnar verða brúktir. Tí fegnast landsstýriskvinnan um, at farið verður undir at royndarkoyra BPA skipan í Føroyum.

Tað verður framvegis Almannaverkið, sum ger av, hvussu nógvar stuðulstímar borgarin skal hava, og Almannaverkið kemur eisini framhaldandi at virka sum arbeiðsgevari hjá stuðlinum.

Sum nakað nýtt fer Almannaverkið eisini at umskipa virksemið á tveimum sambýlum soleiðis, at búfólkið fær nakrar tímar um vikuna til persónlig áhugamál uttan atlit til sambúgvarnar. Hetta kann t.d. vera at fara til fótbóltsdyst, á café, ganga túr ella vitja familju o.a. sum borgarin sjálvur ynskir.

Annika Olsen, landsstýriskvinna sigur, at hetta er eitt stórt fet á leiðini í yvirskipaðu tilgongdini hjá Almannamálaráðnum at dagføra og nútímasgera skipanina av tænastum, sum Almannaverkið veitir. Eg eri sera fegin um, at tað nú av álvara verður sett fokus á sjálvsavgerðarrættin hjá borgarum, sum búgva á sambýlum.

Samanlagt verða áleið 12 borgarar partur av royndarverkætlanini, sum ætlandi kemur at koyra í 6 mánaðir. Tá royndartíðin er av, verður skipanin eftirmett við tí fyri eyga at taka støðu til, um ella hvussu BPA-skipan skal stovnsetast í Føroyum.