Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Royndir við skiljirist í troli

Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Hesin túrur var tann seinni av tveimum í ár.
 
Endamálið við royndini var at kanna, hvussu væl ristin skilir tosk, hýsu og upsa.
 
Vinkulmátari varð settur á ristina og lá ristin nógv um 30°. Fyribils sær út til, at ristin skilir væl. Tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist enn í trolinum við rist.
 
Sí túrfrágreiðing her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2016/FRAG1644.pdf