Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ruddað upp í Landsbankanum, alt fyri eitt

Í nationalum ovfarakæti hevur Tjóðveldi gulllagt nevndina í sonevnda Landsbankanum, ið als ikki hevur nakra funktión í stýringini av føroyska búskapinum

At spæla fólk í húsi er ein dýrur sjónleikur.

Tað er komið fullgreitt til sjóndar, nú Tjóðveldi í Fíggjarmálaráðnum hevur gulllagt alla nevndina í tí sonevnda Landsbankanum.

Øll vita, hvussu lógin um sonevnda Landsbankan varð trýst og skrumblað ígjøgnum Løgtingið. 

Og øll minnast eisini, hvussu fíggjarnevnd Løgtingsins varð hildin fyri tað turra spott, tá ið hon – undir einum av samgonguni skaptum tíðartrýsti og við heilt løgnum mannagongdum – skuldi viðgera lógir, reglur og hópin av ivamálum viðvíkjandi hesum bastardinum í føroyska fíggjargeiranum: Landsbankanum.

Landsstýriskonan hevur nú verið alment úti og váttað, at lógararbeiðið og samtykta lóggávan um Landsbankan er ein ”feilur”, sum hon málber seg í KVF.

Kortini góðtekur hon, at landsbankanevndin fær 816.000 krónur árliga – og hetta er, væl at merkja, ein nevnd og ein stovnur, sum onga funktión hevur í føroyska búskapinum.

Vit hava sæð, hvussu Tjóðveldi og Framsókn – og tíverri eisini Javnaðarflokkurin – hava rist nationalan fullveldiskross yvir sonevnda Landsbankan og harvið eisini gullrandaðu samsýningarnar.

Føroyski skattaborgarin fær rokningina, fyri hesa óneyðugu umsiting, ið onga funktión hevur.
Hetta kann als ikki góðtakast! 

Einasti lútur, ið dugur, er at gjøgnumføra ein fíggjarliga upprudding í landsbankanevndini. Og tað hevði eisini verið hóskandi at farið ígjøgnum allar kostnaðir, ið Tjóðveldi ætlar, at sonevndi Landsbankin skal hava.

Hetta er – sum ein fyrrverandi landsstýrismaður tók til – ”systematiskt svans” við almennum pengum, og slíkt má steðgast alt fyri eitt.

Løgmaður skal eitast at hava eftirlit við landsstýrisfólkum, og hjá honum er bert eitt at gera: Kristina Háfoss skal hava boð um at steðga ”systematiska svansinum”, sum føroyingar als ikki kunnu finna seg í.

Alternativið kenna øll.

Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum