Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rúm fyri hægri tilfeingisgjaldi

TEMA UM BÚSKAPARVØKSTUR: Tað er góða gongdin í alivinnuni og í uppsjóvarvinnuni, sum sæst aftur í broytta lutfallinum í hagtølunum, sum Búskaparráðið almannakunngerð. Partaeigararnir fáa ágóðan, ikki eigararnir av tilfeinginum, sigur Búskaparráðið
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
Góða gongdin í uppsjóvar- og alivinnuni seinastu mongu árini hevur havt við sær, at hesar fyritøkur hava havt stór avlop.

Bara í 2016 høvdu alifyritøkurnar einsamallar umleið tvær milliardir krónur í vinningi, og hartil skal so leggjast úrslitið hjá uppsjóvarvinnuni, sum eisini hava verið serstakliga góð seinnu árini. Tí er ikki ósannlíkt, at samlaðu avlopini frá ali- og uppsjóvarvinnuni í 2016 fara at liggja millum 2,5 og tríggjar milliardir krónur.
 
Tað er ikki úrslitini í sjálvum sær, sum Búskaparráðið setir spurnartekn við í sínari frágreiðing. Ístaðin setir ráðið spurnartekn við, hvør tað er sum fær ágóðan av hesum avlopum. Búskaparráðið slær fast, at tað ikki eru løntakararnir, men kapitaleigararnir sum fáa ágóðan.
 
Tey fólkini, sum fáa sína dagligu hýru frá ali- og uppsjóvarfyritøkunum, fáa sína løn har, men heldur ikki tey fáa ágóðan av stóru avlopunum. Hann fellur partaeigarunum í lut.
 
Hvussu kann so vanligi løntakarin fáa størri part í uppgongdini, kunnu vit spyrja.
 
Svarini eru ymisk, alt eftir hvørju megin borðið ein situr. Fakfeløgini kundu ivaleyst hugsað sær eina hægri lønarhækking enn tey hava fingið seinastu mongu árini, og hagtølini hjá
Búskaparráðnum kunnu brúkast til at undirbyggja tað ynskið.
 
Lutfallið millum lønir og virkisyvirskot í vinnuni er broytt úr 30 prosentum upp í 80 prosent. Tað vil siga, at avlopið í vinnufyritøkunum er líka stórt sum upphæddin, sum vinnufyritøkurnar rinda út í lønum.
 
Hinvegin kann sigast ímóti, at tað ber ikki til at skera allar vinnufyritøkur yvir ein kamb, tí tað eru bara alivinnan og uppsjóvarvinnan, sum hála tølini so langt upp sum tey gera. Og tað kann tað vera nakað um.
 
Sagt á ein annan hátt: tað er ikki vist, at restin av samfelagnum klárar at bera eina líka stóra lønarhækking sum ali- og uppsjóvarvinnan klára. Og so er ivasamt, hvussu skilagóð ein stór lønarhækking er fyri samfelagið sum heild.
 
Hinvegin kann sigast, at góðu úrslitini hjá ali- og uppsjóvarvinnuni geva eina greiða ábending um, at tað í øllum førum í teimum vinnunum er rúm fyri einum tilfeingisgjaldi. Her skal havast í huga, at alifyritøkurnar longu hava rinda tilfeingisgjald. Bakkafrost sigur í sínum roknskapi, at man hevur goldið ein umsetningsskatt uppá góðar 100 milliónir krónur. Sambært heimasíðuni hjá Gjaldstovuni komu 370 milliónir krónur inn í loyvisgjaldi á alivinnuna og avgjaldi á fiskatilfeingi.
 
Kortini hava fyritøkurnar eitt avlop, sum liggur um hálva triðju milliardir krónur.
 
Tað kundi hugsast, at fleiri løntakarar fingu ágóðan av góðu gongdini, um tilfeingisgjaldið var hægri. Og ikki bara kapitaleigararnir, sum bara í tí eina felagnum hava fingið meira enn hálva aðru milliard útgoldið, harav tann størsti parturin er farin av landinum.
 
Í kjakinum verður ofta tosað um vaksandi ójavna í samfelagnum. Ikki tí, hagtøl frá Hagstovu Føroya hava í fleiri ár víst, at í Føroyum hava inntøkurnar verið javnari býttar enn í grannalondunum. Tað vísir sokallaða Gini-vísitalið, sum vísir munin millum inntøkurnar. Jú tættari 0, Gini-talið er, jú javnari er inntøkan.
 
Fara vit aftur til 2009 var føroyska Gini-vísitalið 19,3, meðan tað íslendska var 29,6. Tað danska, norska og svenska vóru ávikavist 26,9, 24,1 og 24,8.
 
Gongdin í føroyska vísitalinum hevur verið hækkandi, so tað í 2014 var 22,6. Hinvegin hava øll grannalondini staðið í stað, uttan Ísland, har Gini-vísitalið er fallið úr 29,7 niður í 22,7.
 
Tað vil í grundini siga, um vit máta frá 2009, er ójavnin í Føroyum vaksin meira enn hann er í hinum grannalondunum. Og kanska er tað nakað, sum politikararnir skulu hugsa um, tá teir lesa frágreiðingina frá Búskaparráðnum.