Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Runavíkar kommuna partur av Talgildu Føroyar

Runavíkar kommuna skrivaði undir avtalu, ið gevur teimum atgongd til talgilda undirstøðukervið í Føroyum. Frammanundan hava Tórshavnar-, Nes-, Vága-, Sørvágs-, Sunda kommuna og Eysturkommuna gjørt avtalu um Talgildu Føroyar.

Runavíkar kommunan kann nú saman við Talgildu Føroyum fara undir at menna talgildar tænastur til sínar borgarar á Vanganum. Ein skipað og miðsavnað talgilding er við til at hækka tænastustøðið mótvegis borgarunum.

Við avtaluni í dag fáa omanfyri 35.000 føroyingar atgongd til kommunalar tænastur á Vanganum. Síðani Samleikin varð tikin í nýtslu fyri tveimum vikum síðani, hava knapt 4.000 føroyingar skrásett seg. Talgildu Føroyar fegnast um góðu móttøkuna og stóra áhugan í talgildu tænastunum.

Leggjast kann aftrat, at Vágs-, Viðareiðis-, Kunoyar, Skúvoyar og Fugloyar kommuna, hava boðað frá, at tær eru sinnaðar at gera avtalu, og at samskifti er við flestu av teimum írestandi kommununum.

Við einum breiðum samstarvi tvørtur um geirar, tryggja vit føroyingum talgildar tænastur, sum hava trygd og góðsku í hásæti.