Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rundkoyring sjálvandi

Nú hevur kjakið aftur tikið seg upp, um besta ferðsluloysnin við vegamótið Eystari Ringvegur / Hvítanesvegur er ein rundkoyring ella ferðsluljós.

Øll vita vit, at ferðslutrupulleikar eru ávís tíðarbil á degnum, og eru tað serliga nøkur vegamót, ið eru serliga trupul og ”irriterandi” at koyra gjøgnum. Innkoyringin til Ringvegin í Hoydølum er óiva tað punktið, ið er tað strævnasta at skula fara um, serliga tíðliga á morgni.

Vit hava gjørt nakrar rundkoyringar í Havnini seinastu árini, og hava hesar virka einastandandi væl. Á ringvegnum eru tvær rundkoyringar, og kunnu vit ikki ímynda okkum, hvussu ferðslan vildi gingið, um hesar ikki vóru.

Ferðsluljósini í býnum, hjálpa eisini til at fáa ferðsluna til at ganga betur, og eru tey har, ið pláss ikki er til at gera eina rundkoyring. Øll, ið koyra í býnum vita, at ein rundkoyring er fleiri ferðir betur ferðsluloysn enn ferðsluljós, men kortini vil meirilutin í býráðnum enn einaferð brúka nakrar hundratúsund krónir til at kanna hesi sokallaðu klóku ferðsluljósini. Grundgevingin hjá teimum er, at ein donsk ráðgevarastova hevur framroknað ferðsluna í býnum, og er komin til, at trupulleikar møguliga einaferð í framtíðini vilja verða við eini rundkoyring. Hendan danska ráðgevarastovan dugir sanniliga at skriva rokningar, og sigast má, at væl ber til, tí Tórshavnar rindar gleðiliga.

Eg havi tosað við fleiri taxa- og bussførarar, ið eru okkara ferðsluserfrøðingar, og eru teir sannførdir um, at einasta rætta ferðsluloysnin um vegamóti Eystari Ringvegur / Hvítanesvegur er ein rundkoyring. Ja, fleiri av teimum fráráddu harliga, at kommunan setti ferðsluljós har, tí tað vildi bara gera støðuna verri, enn hon er nú.

Lat meg enda við at siga, at danska ráðgevarastovan eisini vísti á, at í vegamótum við ferðsluljósum henda rættuliga nógv álvarslig óhapp, men at slík næstan ikki koma fyri har ein rundkoyring er.

So, svarið er rættuliga greitt. Lat okkum fáa eina rundkoyring um vegamótið Eystari Ringvegur / Hvítanesvegur.

Jan Christiansen

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu