Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rúsdrekka eigur ikki at vera gerandisvøra í Føroyum

Løgtingið hevði í farnu viku aðalorðaskifti um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk. Tað sum ofta eyðkennir slík orðaskifti er, at fólk leggja stóran dent á tað, sum ósemja er um, heldur enn at royna at finna semjur. 

Tað er ikki løgið, at stór ósemja er um rúsdrekka, tí fyri summi er rúsandi løgurin tað evnið, sum meira enn nakað annað gevur lívinum innihald, meðan sama evni fyri onnur hevur verið ein vanlukka. 

Tað er vónleyst at gera eina rúsdrekkalóg, sum er skræddaraseymað til øll. Summi duga at drekka, tá tey ætla sær at drekka, og tey duga eisini at skrúva proppin á aftur fløskuna, tá tey ikki ætla sær at drekka meira. Onnur duga bara at skrúva proppin av, og tað kann ofta hava syrgiligar avleiðingar bæði fyri tey og fyri onnur.

Tað sum skilir okkum og tað sum samlar okkum
Tað eru nakrar støður viðvíkjandi rúsdrekka, sum føroyingar neyvan verða samdir um. Eg hugsi til dømis um rúsdrekka í sambandi við veitslur og høgtíðir. Summi halda at tað er í lagið at drekka av og á, og onnur halda, at tað er ikki í lagið. Tað verður helst seinur dagur áðrenn full semja verður um tann spurningin.

Men um vit ístaðin fyri at keglast um ósemjurnar heldur royna at leita eftir semjum, so eru vit samd um rættiliga nógv. Til dømis um rúsdrekka og ferðslu. Tað eru fáir føroyingar sum halda, at tað er í lagið at koyra bil, tá ein hevur drukkið. Tað er eisini breið semja um, at rúsdrekka eigur ikki at vera nýtt á einum arbeiðsplássi, og at børn eiga ikki at líða undir, at vaksin drekk.

Á øllum hesum økjunum haldi eg, at vit hava flutt okkum tann rætta vegin tey seinnu árini, og eg haldi eisini, at vit eiga at taka eitt stig afturat. Tað er tað sum eitur rúsdrekka í gerandisdegnum. 

Eg havi ilt við at skilja, hví almennir stovnar sum hava móttøku ein vanligan gerandisdag, servera alkohol. Fólk koma frá arbeiði og skulu aftur til arbeiðis aftaná, og tey flestu koma við bili. Tað mátti verið upplagt, at almennu Føroyar søgdu: Vit servera ikki alkohol ein gerandisdag. - So kunnu vit heldur vera ósamd um høgtíðir og veitslur.

Rós til landsstýriskvinnuna
Mær dámar væl at hoyra Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, siga, at hon mælir til at einkarsølan skal halda fram. Tað er eitt greitt tekin um, at hon vil ikki, at alkohol skal vera gerandisvøra. Handlar eru til gerandisvørur. Tað er har vit keypa tað, sum vit skulu brúka dagliga, og millum annað tí eigur alkohol ikki at fáa pláss har. Ein turrlagdur alkoholikari skal kunna fara inn í ein handil, uttan at møta freistingini at keypa tað, sum hann ikki klárar at skrúva proppin á.
 
Vit verða ikki samd um alt, men um vit kunnu vera samd um hetta stigið afturat, so eru vit í øllum førum komin eitt fitt petti tann rætta vegin – eisini um vit eru ósamd um restina.

Helgi Abrahamsen