Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sálarsjúka barn, vík frá mær

Fyrigev mær, eg fylgi bara við streyminum og havi gjørt tað í so langa tíð, at eg nú ikki havi nakra kontroversiella sjálvstøðuga meining, sum eg tori at deila vid onnur fólk. Eg sá ljósið og tað førdi meg yvir til føroyska Beverly Hills Avenue, har eg í dag livi saman vid mínum maka og tveimum børnum. Vit eru øll røsk.

Eg lærdi skjótt teir grundleggjandi meginreglurnar í umhvørvinum at kenna og í dag royni eg fyri alt í verðini at indoktrinera mína áskoðan í míni tvey børn.

Her í okkara lítla isoleraða býlingi í býðnum eru meginreglurnar tær, at tú :

: ikki skal verða samkyndur.

: ikki skal hava eina aðra átrúnarliga áskoðan enn tí kristnu læruna.

: Ikki skal hava ella havt rúsdrekka ella rúsevnistrupuleikar.

: ikki hava eina sosialistiska ella borgarliga politiska áskoðan, sum hevur eitt mál um, at hjálpa og viðurkenna øll børn, ung, vaksin fólk, sum hava tørv fyri, at finna sær eitt pláss í samfelagnum, á arbeiðismarknaðinum og við at finna sær ein bústað.

: ikki, sum menniskja hava annan útlendskan uppruna, húðalit ella kulturella áskoðan.

: ikki tora at traðka framm og tala tína søk og læra tíni børn at verða djørv, opin og skapa sín egna persónliga karakter og identitet.

Kæri lesari, hetta er ikki tikið úr einari bók og hetta er heldur ikki fiktión, men tann reini óttafulli sannleikin, sum trívist í besta huga í øllum krókum í tí føroyska samfelagnum.

Eg havi ikki hesar fordómarnar, men eg loyvi mær at siga, at tú sum hevur undirskriva handan famøsa diskriminerandi peppírslepan harúti á føroyska Beverly Hills býlinginum, pakkar tína tilveru inn í áðurnevndu snavurskygdu meginreglur.

Diskriminatión er ljót, hon er órein og sera lítið sjónlig og verður oftani borðreitt við indirektum taluformi. Tey sum diskriminera eru feik, fjala seg aftanfyri snavurskygdi og hata nýskapan og nýhugsan. Diskriminatión er sum ein virus í kroppinum, sum læknin aldrin heilt klárar at finna ein kur ímóti og sum altíð evnar at skapa seg í einari nýggjari útgávu, sum er líka ljót og óvælkomin.

Tann patetiski hugsunarhátturin kemur altíð til sjóndar, hjá hesum slagi av fólki, tá tað kemur fram í miðlarnar, at avís fólk við ymiskum avbjóðingum hava ein størri tørv á hjálp, fyri at betra um teirra tilveru. Hesi fólkini rópa og spara ikki uppá vokalin og siga, at tað er bara for vánaligt, tað kann ikki passa og nú má okkurt gerast. Aggressiviteturin hjá hesum fólkum følnar tó í takt við at orð skulu umsetast til handling og eftur stendur ein lemjandi feikur og óføroyskur passivitetur eftur, sum myndar teirra karakter og úrslitið gerst hareftur.

Tøgnin tekur áræði og vónin um at mótgangurin og tey mótmæli, sum stinga seg upp hjá teimum siðuligu fólkunum, sum tala sak teirra útsettu, bara gerst ein afturvendandi átala, sum gerst triviel, er við til at styrka hesi ómoralsku fólkini og veita teimum eina óbøtaliga stóra tænastu, um vit bara geva skarvin yvir, yppa øksl og reika víðari ímóti tí diskriminerandi mótvindinum í øðrum samanhangi og høpi.

Unga sálarsjúka barn, halt teg burtur frá mær og finn tær eitt annað stað at búgva, tí eg kann ikki á nakran hátt spegla mær í tær og míni børn hava eingi felags trekk samanborið við teg.

Eg ræðist teg á sama hátt, sum eg ræðist myrkrið. Eg dugi ikki at finna inn til tín og eg vil bara flíggja burtur frá tær, tú sum representerar alt tað ókenda, tad vandamikla og óndskapin.

Sjálvandi ynski eg, at tú skal fáa tí neyðuga hjálpina ella stuðulin, so tú kanst fóta tær og vónandi aftur finna lívsgleiðina og meiningina vid tilveruni, men minst til hetta og eg sigi tað bara einaferð. Eg rætti ikki tær eina hjálpandi hánd, tí hví skuldi eg gjørt tað og hvat fara hini fólkini í umhørvinum so ikki at hugsa um meg.

Tað er eitt stað á Føroyða landi í høvuðsstaðnum, har eitt stórt teppið hevur lagt seg yvir økið og útsýni hjá borgarum á hesu fashionable Beverly Hills Avenue addressu, sum kallast fyri Íslandsvegurin.

Hugsunarhátturin hjá hesum borgarum er ótíðarsvarandi og snævurskygdur og minnir meg mest um eitt skaðafólk ,sum hevur best av at skapa teirra egna lítla komunala sjálvstýri og harvið so kunna áseta teirra egnu kommunalu stýrisskipan.

Tey fínu og politiskt korrektu fólkini, sum hava fest sær búgv á Beverly Hills Avenue hava melda greitt út, at har í umráðnum eru øll fólk ikki vælkomin, at búseta seg. Hvørji hesu fólkini eru, sum hava skriva undir uppá ein lepa, um at ungfólk við sálartrupuleikum skulu halda seg langt vekk, fáa vit vælsaktans aldrin at vita, tí ynski um anonymitet er í tráð við tann menniskjaliga karakter og styrki, tey leggja fyri dagin. At sleppa at fjala seg aftanfyri ein papírslepa og harvið vaska hendurnar og bara kasta bóltin upp í luftina og siga, at hetta er ikki mín ella okkara trupuleiki.

At kasta bóltin upp í luftina og síðani venda bakin til, er eitt vanligt eyðkenni fyri fólk, sum ikki vilja verða við til at bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava tørv fyri hjálp.

Bara okkara garður er reinur, so eru tey glað og pyt så, lat tey festa búgv í onkrum øðrum garði, ja kanska á einum avskorðum bóndagarði langt burturi frá, lóg og landaskili. Sum kunnugt er ein rehabiliteringsprocess úti í náttúrini sera gevandi og kann sjálvdan umsetast í peningini.

Sannleikin er tann, at okkara nationalistiska sjálvsfatan hevur fingið eitt orduligt knekk, um vit gódtaka, ein slíkan órættvísan og diskriminerandi atburd, frá hesum fólkunum.

Átjan smáar oyggjar og so fá fólk og tó so stórir trupuleikar at dragast við.

Ein og hvør handling er í útgangsstøði ein læring og í útfallinum, mugu vit ásanna, at vit hava eina avbjóðing, sum krevur eina loysn, so tey ungu við einari sálarsjúku, eisini fáa tilutað ein bustað í býðnum og verða vird á sama hátt eins og eg og tú.

Vit hava um ikki annað lært, hvat fyri slag av fólki vit ikki vilja kennast við og kalla okkum føroyðingar saman við. Tað skal verða pláss fyri øllum fólkum á okkara oyggjum og her halta vit enn. Tíbetur er tað bara pláss fyri einum glamuriøsum Beverly Hills Avenue, so leingi tað varðar.

Karl Jóhan Staksberg.

Email : runesean66@hotmail.com